Nógv umrøddu Dash-flogførini hjá SAS sleppa enn ikki á flog. Millum feløgini, sum hjálpa at røkja ruturnar, er Atlantic-Airways, sum fýra ferðir skal flúgva til London Við fýra fráferðum fyri SAS hesa vikuna er Atlantic Airways tað felagið, sum røkir næstflestu ruturnar í kreppustøðuni hjá SAS.
Á www.takeoff.nu verður sagt, at Cimber Air er tað felag, sum oftast flýgur fyri SAS. Cimber hevur 13 fráferðir á styttru rutunum fyri SAS. Næst flestu fráferðirnar hevur Atlantic, sum fýra ferðir flýgur til London.
Enn er ikki greitt, nær Dash-flogførini aftur sleppa á flog, men sagt verður, at verandi støðan í øllum førum stendur við hesa vikuna.