Politisk viðmerking eftir Hanus Andreassen
Frá tí henda samgonga varð skipað fyri nú skjótt tveimum árum síðani hava bæði samgongan sjálv og partar av andstøðuni lagt dent á at finna semju í teirra stremban fram ímóti einari meira virðiligari ríkisrættarligari skipan fyri Føroyar.
Semja er neyvan altíð nakað, menniskju eiga at tráa eftir, og tað hendir seg meira enn so, at dyggar niðurstøður spyrjast burtur úr togan stættanna millum og samfelagsligum ella politiskum tvídrátti. Hinvegin vísir søgan, at tá ið stórmál leika á í einum samfelag ella hjá eini tjóð ? eitt nú flagg, mál ella stýrisskipan ? kann semja vera natúrlig. Hon ber boð um, at tjóðin er ein heild, og hon byggir grund undir góðum grannalag, eisini eftir at málið ella málini eru loyst. Av hesi orsøk man tann politiska leitanin eftir áralag hesi tvey árini hava sýntst mongum føringi skilagóð.
Miðflokkurin hevur sum kunnugt ? við ávísum fyrivarni ? verið fúsur at styðja samgonguna. Møguleikin fyri samstarvi við Sambandsflokkin er fyribils neyvan meira enn teoretiskur. Í hesi viðmerking fari eg serliga at hefta meg við leikpartin hjá tí triðja andstøðuflokkinum.
Seinasta vikuskifti boðaði Javnaðarflokkurin ? tann stóri andstøðuflokkurin, sum upprunaliga er sprottin úr tí gamla Sjálvstýrisflokkinum ? frá síni støðutakan til samráðingaruppleggið hjá samgonguni. Sostatt bendir nógv á, at tann semja, sum mangur føringur hevur viljað havt, og sum hin samráðingarparturin ? danska stjórnin ? hevur sæð sum ein dyggan fyrimun, er gloppin samgongu og andstøðu av hondum.
Hóast hetta fer undirritaði at loyva sær at føra fram, at møguleikin fyri semju enn er til. Hóast tað kann tykjast, sum hann ikki longur er annað enn teoretiskur, eigur hann at vera nevndur. Men so eigur samstundis at verða nevnt, at skal hesin møguleiki kunna fetta sær á og gerast annað enn teoretiskur, krevjast til hetta fyritreytir, sum viðhvørt sýnast at tróta í føroyskari politiskari siðvenju: hugflog, nýhugsan, stórsinni, tann strategiska hugbirtingin heldur enn tað taktiska smásinnið.
Tað kann vera hóskandi at byrja við at spyrja, hvørjar broytingar føringar sum heild kundu hugsað sær áttu at verið framdar á tí ríkisrættarliga økinum - og síðani at tekna ein frymil ella eittt modell, sum hýsir hesum broytingum. Ynskini kunnu í høvuðsheitum samanfatast í trimum greinum:
(1) At blokkstuðulin verður minkaður á skilagóðan og realistiskan hátt, til hann ? kanska um 20 ella 25 ár ? fellur burtur.
(2) At tað sínámillum samstarv, sum hesa øldina hevur verið millum Føroyar og Danmark, heldur fram. Ella sagt øðrvísi: at føroyingar varðveita teir møguleikar og tey rættindir ? hvat viðvíkir útbúgving, heilsu, mentan osfr. - sum teir higartil hava havt í Danmark ? og at danskir borgarar varðveita hesi somu rættindir í Føroyum.
(3) At ríkisfelagsskapurin verður broyttur til ein ríkjafelagsskap millum tvær javnstaddar tjóðir, hvør við sínum tingi og síni stýrisskipan.
Um ein ber hesar tríggjar greinarnar saman, kann tað tykjast, sum tann endaligi frymilin fer at hýsa mótsagnum, sum ikki kunnu sameinast. Til hetta er at siga, at í einari samráðingarstøðu er rætt at byrja við eini ambitiøsari stremban. Vit kunnu leggja aftrat, at summir politikarar ? eitt nú í Javnaðarflokkinum - sum hava viðgjørt ta politisku framtíðina, hava ført fram, at alt ber til, bara tann rætti hugburðurin er til staðar ? hví so ikki eisini hetta? Fer ein í staklutir, kann verða spurt, hvussu tað skal bera til at einast um eina skipan, sum tykist at geva Føroyum størri fyrimun enn Danmark. Til hetta er at siga, at tað at blokkstuðulin fellur burtur, er í sær sjálvum ein fyrimunur fyri hin partin.
Hetta eru kortini smámál. Tað, sum veruliga hevur týdning í hesum sambandi, er tann søguliga próvgrundin. Tað ítøkiliga samstarvið millum Føroyar og Danmark gongur í hvussu er aftur til o.u. 1620, tá ið Keypmannahavn loysti Bergen av sum handilsbýur hjá føringum, og Føroya próstadømi kom inn undir Sælands biskupsdømi. Hesi sløku 400 árini hevur eitt samstarv verið millum hesi bæði fólkini ? av eitt nú kirkjuligum, mentunarligum, útbúgvingarligum, heilsuligum og skyldskaparligum slag ? sum kanska er eindømi. Út frá hesum ber til at grundgeva fyri einari millumríkjaskipan, sum er eindømi. Tað, sum brúk er fyri í hesum sambandi, er visióner hugsan.
Javnaðarflokkurin hevur valt at halda fast um ríkisfelagsskapin sum eitt slag av conditio sine qua non eina treyt, sum ikki kann vikast. Tað ber til at grundgeva fyri, at henda støðutakan er óneyðuga ósmidlig. Ein kann í staðin fyri hugsa sær henda felagsskap sum eitt hugtak, sum er partur av sjálvum samráðingarevninum ? eitt politiskt hugtak, sum átti at kunnað verið umdefinerað, so at tað ? innihaldandi somu sínamillum rættindir, sum tað ger nú ? hereftir var ein skipan millum tvær sjálvstøðugar tjóðir. Tað átti at borið til at hugsa sær, at ein slík skipan gjørdist veruleiki ? væl at merkja eftir at blokkstuðulin varð minkaður burtur og avtikin. Í hvussu so er átti tað at borið til at samráðst við hesi stremban fyri eyga.
Áðrenn farið verður víðari, er neyðugt at spyrja, hvussu tað ber til, at samgongan og tann sjálvstýrishugaði andstøðuflokkurin ikki hava funnið ta semju, sum báðir partar siga seg tráa eftir. Ein av orsøkunum til hetta tykist at vera tann einfaldi veruleiki, at Javnaðarflokkurin er í andstøðu. Í hesi støðu er flokkurin tvingaður til ? í tí høvuðsmáli, sum leikar á ? at profilera seg í mótsøgn til samgonguna. Tað er lutanna speisemi, at samgongan, tá hon valdi at útihýsa einum potentiellum samstarvsparti, sjálv feldi ein leka inn í ta byrging, hon fór undir at byggja.
Ein loysn á hesi støðu tykist ? samsvarandi hesum bílæti ? púra logisk. Men hon krevur dirvi og nýhugsan. Samgongan kann bjóða tí sjálvstýrishugaða andstøðuflokkinum upp í sítt samstarv og geva honum ávirkan á samgongunnar politikk ? eisini á øðrum økjum enn tí rikisrættarliga. Henda niðurstøða tykist so sólarklár, at ein undrast á, at hon ikki oftari hevur verið frammi. Í tí semju, sum kundi verið gjørd, hevði Tjóðveldisflokkurin ivaleyst noyðst at slakað í raðfestingini ? við tí úrsliti, at nýskipanir vórðu framdar, eftir at Føroyar vóru fíggjarliga sjálvbjargnar ? og Javnaðarflokkurin á tí prinsipiella økinum, soleiðis at skilja at hugtakið ríkisfelagsskapur varð endurskoðað.
Fyrimunirnir við eini slíkari loysn eru fleiri. Hon kann tryggja ta breiðu semju, sum allir partar tráa eftir, og sum hin samráðingarparturin leggur so stóran dent á. Hon kann tryggja samgonguni ein medleikara, sum frammanundan hevur gott samstarv við donsku stjórnina. Og hon kann tryggja samgonguni dyggari álit og undirtøku millum føringar og í øðrum pørtum av andstøðuni, tá ella um eitt samráðingarúrslit verður sent til fólkaatkvøðu.
Men aðrir fyrimunir eru eisini við eini slíkari loysn. Eitt av teimum hugtøkum, sum hevur roynst haldgott í farnu øld, er holisman ella heildarspekin: tann hugsan, at allir tættir í einum likami ? eisini tí politiska likaminum ? hanga saman. Sambært hesi hugsan er tann ríkisrættarliga strembanin tvinnað saman við hugtøkum sum fólkaræði, rættartrygd, sámiligum umsitingarligum atburði mótvegis landsins borgarum og samhaldsfesti. Tá ið tann føroyski veljarin skal gera sína støðu upp ella atkvøða um tann ríkisrættarliga spurningin, er tað honum ikki líka mikið, hvussu samgongan umsitir hugtøk sum etikk, moral ella sosiala trygd. Sum ábyrgdarfullur flokkur kann Javnaðarflokkurin ? í eini samgongu ? vera við til at tryggja, at hesi hugtøk verða vird og røkt og sostatt eisini vera við til at tryggja, at borgarin hevur álit á samgonguni.
Tekin eru um, at rákið bæði burturi og heima gongur fram ímóti vaksandi stættamuni. Í Føroyum er hesin mismunur grefligur, ikki minst eftir at samfelagið aftur er á eini aldu av hákonjunkturi. Fleirmillióningar dusa sær við stórum og púra órímiligum samfelagsligum fyrimunum, meðan mong vanlig fólk nóg illa hava til mat og klæðir. Týdningarmikil í hesum sambandi er ætlanin um at seta í verk eina framtíðar trygging fyri fólkið. Um vit hyggja aftur um bak, minnast vit, at føringar sum heild - eisini tey lægst løntu ? heftu solidariskt fyri ta veldugu skuld, sum partar av yvirstættini komu sær í í áttatiárunum. Hevði tað ikki verið hóskandi ? ikki minst við hesum í huga ? at samgongan setti í verk eina samhaldsfasta tryggingarskipan?
Ein slíkur politikkur, førdur av eini víðkaðari samgongu, kundi gróðursett tað álit, ið er ein fyritreyt fyri ríkisrættarligum nýskipanum.
Hanus Andreassen