Røkke er orðblindur

Kjell Inge Røkke er víðagitin sum vinnulívsmaður, verður roknaður sum ein tann ríkasti maðurin í Noregi, og hann hevur bæði siglt saman við føroyingum og verið virkin í føroyskari fiskivinnu

1 Kjell Inge Røkke varð føddur í Molde í 1958, og mánadagin kann hann halda sín 51 ára føðingardag


2 Hann telist millum ríkastu menn í Noregi, men verður ikki longur roknaður sum tann ríkasti. Ognin hjá Røkke er júst gjørd upp til 8,2 milliardir krónur, og í fjør skuldi hann av við góðar 65 milliónir í skatti.


3 Røkke hevur verið nógv blandaður upp í fótbólt, og mett verður, at hann hevur brúkt einar 400 milliónir norskar krónur til felagið Molde. Eitt skifti átti Røkke í enska fótbóltsfelagnum Wimbledon Football Club.


4 Røkke fór at sigla sum 18 ára gamal, og hann hevur onga hægri útbúgving. Sum ungur sigldi hann saman við fleiri føroyingum.


5 Í 2005 sat Røkke í fongsli í 25 dagar, eftir at hann varð funnin sekur í korruptión í sambandi við loyvi til eitt skip. Dómurin var annars 120 dagar


6 Í 2005 fekk Røkke næstan ein triðing av atkvøðunum, tá ið Dagens Næringsliv valdi ársins toppleiðara


7 Røkke er orðblindur, og hann heldur sjálvur, at tað hevur hjálpt at koma so langt, sum hann er komin sum vinnulívsmaður.


8 Kjell Inge býr í Skøyen í Oslo


9 Í 1982 fór Røkke undir sítt vinnulísvirksemi í USA, og bygdi upp sítt imperium gjøgnum eitt felag í Seattle.

10 Á einum lista hjá tíðarritinum Forbes fyri 2009 var Røkke roknaður sum tann 468. ríkasti persóinurin í heiminum.