Ríkmaður hjálpir Dimmu

Poul Hansen, advokatur í Havn og ríkmaður, hevur hjálpt Dimmalætting, sum hevur verið í tungum sjógvi leingi.

Gamla blaðið hevur havt trupult við at gjalda hvørjum sítt og hava pengar til lønir og rokningar annars.

Men nú hevur blaðið fingið hjálp frá Poul Hansen, sum váttar, at hann hevur keypt út allar debitorar hjá Dimmalætting.

– Tað er betri forrætning fyri meg enn at lata pengarnar standa í bankanum, sigur Poul Hansen, sum ikki vil upplýsa, hvussu stór upphæddin er.

Men sum skilst er talan um milliónir.

Eftir húsagangin hjá Dimmalætting í 2010, tá gomlu eigarar, Samuelsen-familjan, mistu blaðið og allar tess ognir – og harvið eina eginogn upp á um 30 milliónir krónur, hevur Sp/F Reyðberg hjá Eyðfinni Reyðberg keypt blaðið »Dimmalætting« burtur úr gamla felagnum.

Men síðani nýggja felagið tók við rakstrinum av blaðnum, er felagið komið við tveimum negativum roknskapum. Fyri 2010 vísti roknskapurin eitt hall upp á 936.000 krónur og í 2011 eitt hall upp á 604.000 krónur. Hetta hevur ført til, at felagið hevur ein negativan eginpening upp á minus 1,5 milliónir krónur. Skuldin hjá Dimmalætting er sambært roknskapinum fyri 2011 9,6 milliónir krónur.

Til samanberingar kann sigast, at Sosialurin í fjør hevði eitt yvirskot upp á 1,3 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá Sosialinum er 7,7 milliónir og skuldin 5,6 milliónir krónur. Soleiðis eru viðurskiftini broytt millum Dimmlætting, sum var Føroya størsta og ríkasta blað í 122 ár – og Sosialin.

Dimmalætting og Sosialurin stovnaðu í felag Prentmiðstøðina í 2000. Hetta er einasta prentsmiðja, sum kann prenta bløð í Føroyum. Prentmiðstøðina eigur Sosialurin nú saman við Nema