Tá Føroyar spældu móti Russlandi mikukvøldið, noyddist Regin Joensen av vøllinum, tá hann nakað fyri steðgin lendi skeivt.
Fyrradagin varð staðfest, at tað var vónleyst at fáa spælaran kláran til í dag, og tí vórðu boð send eftir øðrum spælara.
Hesin gjørdist Rókur Akralíð, sum nú spælir hondbólt í Holte í Danmark. Hann fór við flogfari úr Danmark í gjár, og er nú saman við landsliðsfeløgunum á Sicilia.