Úr Liktinstein til Darlington

Liktinsteinski landsliðsspælarin, Franz Burgmeier er yrkisleikari í fjórðubestu ensku fótbóltsdeildini. Men tað tók sína tíð at fáa hann til Darlington

Fótbóltur

 

Liktinstein heystar fruktirnar av, at landið hevur landsliðsleikarar, sum spæla fótbólt uttanfyri liktinsteinsku landoddarnar. Mario Frick spælir í italska felagnum, Siena. Málverjin, Peter Jehle spælir í FC Tours í næstbestu fronsku fótbóltsdeildini, og Thomas Beck spælir við Feldkirch í Eysturríki. Liktinstein hevur eisini ein landsliðsspælara, sum er yrkisspælari í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini – League Two. Talan er um Franz Burgmeier, sum spælir við Darlington FC. Darlington FC – sum er stovnað í 1883 - er lítlibeiggjin hjá Newcastle, Middlesbrough og Sunderland í Norðureystur-Onglandi. Burgmeier hevur áður spælt við sveisisku feløgunum, Aarau og Basel.

 

Abbasonur skapti áhugan

Nógvir landsliðsspælarar úr nógvum ymiskum londum hava spælt við Newcastle, Sunderland og Middlesbrough, men ikki er líka vanligt við landsliðsspælarum í Darlington FC, sum í skrivandi stund er nr. 8 við 11 stigum í fjórðubestu ensku fótbóltsdeildini. Formaðurin í Darlington FC eitur George Houghton. Tá Ongland og Liktinstein spældu EM-undankappingardyst ímóti Onglandi á Old Trafford í Manchester í 2003 varð Franz Burgmeier millum teir mest eyðsýndu í dystinum, har Liktinstein tapti heiðurliga 0-2. Ein, sum var bergtikin av Franz Burgmeier, varð abbasonurin hjá George Houghton, Max Houghton, sum tá bert varð 7 ára gamal. Max helt, at Burgmeier minti nógv um Michael Essien hjá Chelsea, og hann orðaði við abba sín, at Darlington FC átti at gjørt sáttmála við Franz Burgmeier. George Houghton fór beinavegin í gongd við at kanna møguleikarnar. Stjórin í Darlington FC, David Jones hevur so síðani 2003 fylgt við gongdini hjá Bergmeier. Hesi fimm árini hevur Burgmeier so spælt við Vaduz, Aarau og Basel í næstbestu og bestu sveisisku fótbóltsdeildini.

 

Kendi Darlington

Tíðliga í summar høvdu teir í Darlington samband við fyrrverandi Tottenham-venjaran, Christian Gross, sum gjørdi greitt, at framtíðin hjá Burgmeier ikki longur lá í Basel. Fronsku Metz, og ymisk feløg í Sveis bjóðaðu Burgmeier ein sáttmála, men tá Darlington bjóðaði honum eina royndarvenjing valdi Burgmeier at fara til Onglands. Í dag er Burgmeier fegin um, at hann valdi Darlington. Hóast Darlington ikki er eitt eins kent felag, sum grannarnir Newcastle, Middlesbrough og Sunderland, so varð Franz Burgmeier væl vitandi um felagið. Høvuðsvenjarin hjá Darlington, Dave Penney varð hugtikin av tí hann sá undir royndarvenjingini hjá Burgmeier. Partarnir skrivaðu undir ein sáttmála, og síðani kappingarbyrjan hevur Franz Burgmeier verið ein av grundstuðlunum á liðnum hjá Darlington. Millum áskoðarnar hjá Darlington er Burgmeier vorðin ein stór hetja. Liktinsteinsbúgvin trívist eisini væl í Darlington.

- Lívshátturin er øðrvísi, enn í Liktinstein og Sveis, men fólk eru sera vinarlig her, og spælarnir gera alt fyri at hjálpa mær. Mær dámar væl bretska lívsháttin, her býr gott fólk, sum ikki ganga runt og gruna yvir alt, Sigur Franz Burgmeier við BBC.

Enn hevur Burgmeier ikki roynt at drekka enskt te, og hann hevur til góðar at fara ein túr á enska pub. Burgmeier heldur tað er stuttligt at spæla í einari ligu, har fólk veruliga sita nær við vøllin, so ein veruliga kann kenna atmosferuna. Longu í fyrsta heimadystinum ímóti Port Vale úr Stoke skoraði Burgmeier mál fyri Darlington, og legði hann upp til hitt málið hjá Darlington í einum dysti, sum Darlington vann 2-1. Burgmeier hevur staðið seg væl í nógvum dystum, men ikki alt er fullkomið.

 

Ikki alt er fullkomið

Tað hevur regnað illa í Norðureystur-Onglandi, og tann 26 ára gamli liktinsteinsbúgvin saknar fjøllini í Liktinstein og Sveis. Men Burgmeier livir út sín dreym at sleppa at spæla yrkisfótbólt í Onglandi. Bergmeier hevur spælt 48 landsdystir, og skorað 7 mál fyri Liktinstein. Besta minnið hjá Bergmeier er 2-2 javnleikurin ímóti Portugal á heysti í 2004 í HM-undankappingini. Her stríddist hann við Christiano Ronaldo og Paolo Ferreira. Burgmeier vónar, at Darlington kann vinna sær uppflyting til eina hægri deild.

- Eg haldi avgjørt, at Darlington skuldi verið í einari hægri deild. Hygg eftir leikvøllinum! Felagið hoyrir heima í League One ella í The Championship, sigur Franz Burgmeier avgjørdur. Tað skuldi ganga fimm ár, áðrenn Darlington FC fekk Franz Burgmeier í sín hóp. Tann nú 12 ára gamli Max Houghton er ovurfegin, tað er honum fyri at takka, at FC Darlington nakrantíð fekk áhuga fyri Franz Burgmeier. Nógvar forkunnugar søgur eru í fótbólti.