KAPPRÓÐUR
Klaksvíkingar eru ógvuliga spentir upp á, hvussu tað fer at hilnast hjá Klaksvíkingi leygardagin. Eina viku undan Norðoyastevnu plagar ábending at fáast á bygdarstevnuni á Skála um, hvussu manningarnar eru fyri. Hesa ferð er eingin ábending undan fyrstu FM kappingini. Veðrið var so vánaligt sunnudagin, at tað ikki bar til at rógva kapp á Skálafjørðinum, sum ikki var blíður, hóast ættin kom innan úr Skálafirði. Hvussu væl tað stendur til umborð á 10-mannafarinum, sum skal rógva í heimasjógvi leygardagin, hevur tað ikki borið til at eygleitt undir venjing. Sannleikin er tann, at manningin, sum droymir stórar og spennandi dreymar, hevur verið ógvuliga lítið í bátinum. Flestu venjingarnar hava verið í róðrarmaskinum. Nýggju tíðirnar hava sína orsøk: - Eftir góða árið við Nevinum Reyða í fjør varð beinanvegin gjørt av, at Klaksvíkingur skuldi flotast í ár, og at tað skuldi liggja álvari aftanfyri royndina. Seks av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna FM við Nevinum, eru nú umborð á Klaksvíkingi, og harafturat hava teir fingið góða hjálp aðra staðni frá. Tað er Jóhan Petur Jacobsen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum greiðir frá. Hann ásannar, at tað sjálvandi fer at verða roknað mest við Eysturoyingi, Havnarbátinum og Vestmenningi, sum eftir sabbatsár í fjør er við aftur. Men hann heldur, at flaggskipið hjá klaksvíkingum eisini hevur møguleika at vera við í kappingini. - Talan er um verkætlan, sum nógvar eldsálir eru við í. Svein Rógvi Nielsen er bátsformaður, og hann og hinir hava gjørt tað til rættuliga projekt, at tað skal hilnast væl hjá 10-mannafarinum. At báturin ikki hevur verið so nógv á vánni kemst av, at manningin ikki hevur havt so nógvar møguleikar at verið savnað. Fyrrverandi formaðurin í felagnum, Magnus Norðberg, lesur í Aberdeen. Hann kemur heim til Norðoyastevnu, og hann er í góðari venjing, tí hann hevur sitið nógv í róðrarmaskinu, veit Jóhan Petur Jacobsen at siga. Onkrir av manningini á Klaksvíkingi eru av Skálafjørðinum, og onkrir hava nógvar royndir í kappróðri úr høvuðsstaðnum. At tað er serliga stór avbjóðing at vera við í kappingini millum 10-mannaførini vita teir alt um í Klaksvík. Í 2001 stóðu bátarnir hjá felagnum seg serliga væl. Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við kvinnum vunnu FM. Tað gjørdi 8-mannafarið Nevið Reyða eisini. Tí varð avrátt at fáa nýtt 10-mannafar smíðað. Í 2002 luttóku klaksvíkingar við nýggjum Klaksvíkingi, men tað hilnaðist ikki meiri enn passaligt. Søgan Tølini siga ikki frá glæsiligum úrslitum hjá klaksvíkingum, tá ið tað snýr seg um kappingina millum 10-mannaførini. Tað skal leitast rættuliga langt aftur fyri at finna sigrar, sum Klaksvíkingur hevur vunnið. Tað er ongantíð komið fyri, at Klaksvíkingur hevur vunnið FM. Hvørki í kappingini 1964-1972, tá ið FM varð avgjørt í einum róðri eftir Ólavsøku hvør skuldi kalla seg meistara, ella síðani 1973, tá ið tað hevur verið kappast um stig eftir tí skipanini, sum framvegis er kend og galdandi. Fyrrapartin av seksti árunum vunnu klaksvíkingar, sum tá serliga kappaðust við Suðuroyingin og Sumbingin, nakrar róðrar. Fyri 36 árum síðani vann Klaksvíkingur tríggjar róðrar. Tá vunnu teir á Norðoyastevnu. Hetta var einasta ferðin, at 10-mannafarið í Klaksvík hevur vunnið í heimasjógvi, síðani kappróðurin fór at ganga fyri seg í rættuligum kappróðrarbátum. Ta ferðina róðu teir í spildurnýggjum báti. Hann varð flotaður flaggdagin, sum tað var vanligt í flestu feløgunum tá í tíðini. Manningin var ung og óroynd, og tað varð ikki roknað nakað serligt við teimum.
Óføru skálamenninir, sum høvdu gjørt so nógv um seg frammanundan, og sum eisini hetta árið og í so mong ár eftir tað vóru við til at seta dagsskránna, vórðu roknaðir at vera favorittar. Skálamenn vunnu tríggjar av seks kappingum og FM. Í trimum róðrum lógu klaksvíkingar á teimum. Umframt á Norðoyastevnu vunnu teir í Sørvági og í Vági. Skálamenn vunnu á Ólavsøku, og tí vórðu teir meistarar. Klaksvíkingur var nummar tvey tær ferðirnar, tá ið hann ikki vann, men á Ólavsøku varð hann nummar trý.
Torleif Sigurðsson, sum seinni var formaður í róðrardeildiní hjá FSF og formaður í Fótbóltssambandinum í mong ár, og sum nú er formaður í KÍ, var bátsformaður og elsti maður umborð. Teir, sum mannaðu Klaksvíking í 1970, og sum framvegis bíða eftir, at aðrir skulu gera teimum tað eftir, vóru: Martin Jacobsen, Einar Thomassen, Kjartan Thomassen, Petur Hans Poulsen, Ólavur Johannesen, Karl Jákup Olsen, Svenning Eysturdal, Hanus Hansen, John Danielsen, Jákup Sørensen og Torleif Sigurðsson.