Á midnátt, tá Høgni Djurhuus á sín egna sermerkta hátt hevur drigið saman um vikuna sum fer, er tað fyri seinastu ferð. Eftir átta vetrar við Náttarravnum á skránni, verður sent fyri seinastu ferð í kvøld.
-Tíðin er um at fara frá hesum konseptinum, sigur Rúni Jákupsson, sum saman við Heðini Arge er vertur í sedingini, og báðir eru teir samdir um, at teir hava fingið so nógv burtur úr konseptinum, sum tað nú einaferð kann lata seg gera.
-Tað hevði verið rætt at givist seinasta ár, men tá vit nú byrjaðu aftur eftir summarsteðgin, vóru vit noyddir at senda ein heilan vetur, sigur Heðin, sum líka síðan byrjanina hevur verið annar av verturnum í Náttarravnum. Tey seinastu trý árini saman við Rúna.
Báðir eru teir tó samdir um, at einki er í vegin fyri at halda fram við sendingini í fleiri ár afturat, við einari ávísari undirtøku, men so høvdu tað eisini verið allsamt fleiri fólk, ið grenjaðu um sendingina. Teir eru tí samdir um, at nú er rætta løtan at gevast.
Troyttir av sendingini
Tá Náttarravnar byrjaðu fyri átta árum síðani var hetta nakað heilt nýtt í útvarpssamanhangi. Eingin sending hevði áður verið á skránni so seint leygarkvøld, og heldur ikki var nakað roynt fyrr, ið líktist júst hesum.
Tað vóru teir báðir Heðin Arge og Birgir Kruse, sum byrjaðu sendingina. Sendingin fekk heilt frá byrjan góða undirtøku, og serliga vísti tað seg at vera spurnarkappingin, sum hevði stóran áhuga ímillum fólk, og ofta var talan um rættuligan telefonstorm.
-Nú er tað ikki heilt tað sama, sigur Heðin. Spurnarkappingar eru at finna í nærum hvørjari sending bæði í útvarpinum og á Rás 2, so tey flestu hugskotini vit høvdu til Náttarravnar eru nú endurnýtt at øðrum, so tey eru ikki so spennandi longur.
Vertirnir viðganga eisini at hugurin teir seinastu mánaðarnar ikki hevur verið tann sami sum fyrr, og teir fyri tað mesta hava sæð fram til at at vetrarskráin skuldi enda. Longu áðrenn summarstegðin seinasta ár, vóru teir vorðnir troyttir, men eftir nakrar væleydnaðar Studio 4-sendingar um summarið, høvdu teir fingið sannført hvønn annan um, at teir høvdu hug til at royna ein vetur afturat í Náttarravnum.
-Nú er tað komið hartil, at einki fær okkum at halda fram, um vit fingu bjóðað tað dupulta í løn, so hevði avgerðin um at halda uppat verið endalig, eru teir báðir samdir um. Báðir vísa teir eisini á, at tað í longdini verður keðiligt at vera bundin hvønn leygardag og leygarkvøld í átta mánaðar av árinum. Tá er neyðugt, at tú veruliga brennir fyri sakini.
Endabrestur
Tað verður tó ein ordiligur endabrestur í Náttarravnum í kvøld.
Nógv spennandi verður á skránni, millum annað hevur tónleikabólkurin Taxi ein týðandi leiklut í sendingini. Teir fara millum annað at spæla nøkur av eyðkennisløgunum, sum verða brúkt í sendingini, júst sum vanligt er at síggja í undirhaldssendingum í sjónvarpinum, umframt at teir eisini fara at spæla nøkur av lurtarynskinum í Beatbox. Ein listi verður lagdur út á heimasíðuna hjá Náttarravnum, har tey, sum skriva inn til sendingina, kunnu velja sær eitt lag.
Saman við sengingini teir sendu beinleiðis av Norðoyastevnu seinasta ár, er hetta ein tann tekniskt mest krevjandi sendingin, teir hava gjørt,
-Vit vera noyddir at senda úr útvarpshøllini fyri at vit kunnu fáa pláss fyri Taxi.Tað er uttan iva nógv, sum kann ganga galið, men tað ger bara tað heila nógv meiri spennandi.
-Hetta er nakað, sum vit hava havt hug til at gera leingi, og tá tað so eydnaðist okkum at fáa Taxi at luttaka eisini, var hetta nakað sum bara mátti roynast. Og so er hetta eisini at enda við einum ordiligum braki.
Tá kvøldið í kvøld er fingið afturum, ætla teir báðir náttarravnarnir rættuliga at taka sær av løttum.
-Timingin er perfekt, EM í fótbólti byrjar nú, so har verður góður møguleiki at fylgja væl við, sigur Rúni, sum við góðari hjálp frá myndamanninum hjá Sosialinum, eisini hevur roynt at sannføra Heðin um, at teir svørtu og hvítu úr Havn fara at draga longsta stráðið í heimligu kappingini.
Sjálvt um teir báðir, Heðin og Rúni, ikki hava ætlanir um at gera nakað við útvarpsarbeiði í summar, so lova teir, at teir at verða aftur á skránni komandi vetur, tað verður bara ikki leygarkvøld, og sendingin fer ikki at eita Náttarravnar.
-Hatta kanst tú gott skriva, so hanga bæði vit og leiðslan upp á tað.hugleiðir Hallstein aftur ímóti noktandi svarinum frá Joan.
Kaffimunnurin er stuttur, og meðan drukkið verður, skundar Hallstein sær at arga Joan so nógv sum gjørligt við longsuli hennara eftir manninum. Joan fær næstan ikki drukkið glóðheita kaffið, sum hon flennir. Og tað er ikki bara tí Hallstein er stuttligur. Sólin skínur, tjøldrini láta og maðurin er á heimleið. Skal hon ikki vera glað?
Fólk eru ymisk
Meðan posturin í Kvívík verður skildur, kemur eitt løgið bræv á borðið. Bústaðurin er Lindenweg 6, FR-47546 Kvivik. Hallstein ristir við høvdinum, tveitir brævið til viks og savnar seg um at skipa Forældre og Børn, Politikken, Dimmu og Sosialin í rætta røð. Hann prátar alla tíðina og er sera beinrakin í sínum niðurstøðum. Líkist mest einum sjarmerandi skálki.
- Bygdafólkini eru bara fitt. Men eg kundi sum aðrir postmenn hugsað mær, at tey høvdu betur skil á hundunum. Ein kona í Havn segði, at ístaðin fyri at skjóta hundarnar, skuldi mann hugsa um fólkini, sum ikki duga at venja teir!
Troyttur av Elisi
Klokkan er farin av tíggju, tá ið vit fara undir at býta postin út í Kvívík. Hallstein hevur ilt í tjúkkanum. Hann varð raktur av tægrasliti herfyri, og tí koyrir hann millum býlingarnar í Kvívík. Annars plagdi hann at ganga sum mest.
Fyrsta húskið, sum fær post hendan morgunin, er tað hjá Johan og Dinnu Thomassen. Skjótt gongur at koyra og ganga millum skotini í Kvívík. Postur verður stungin í postkassar, inn um opnar hurðar og gjøgnum gluggaop.
Ímeðan Hallstein støkkur út og inn úr bláa jeppinum sussar Elis Poulsen í Útvarpinum við sínum óbendiliga bjartskygni. Tá ið Elis prátar við eina vágakonu um fýrs ára aldur, sum heldur lívið vera so eviga deiligt, noyðist Hallstein aftur at festa sær í. Og meðan romantiski útvarpsverturin letur Al Barton tóna við Living Next Door To Alice, fær postmaðurin sær eitt sterkt lakerol afturímóti slitnu rútmunum.
Øll smílast
Eftir stuttari løtu er hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt. Hóast Hallstein er klaksvíkingur, fær hann onki skot um skottilburðin í Klaksvík. Bara »small-talk« um góða veðrið og spurningar um teir báðar blaðmenninar, ið renna í hølunum á honum. Men øll hava hug at smílast, tá ið Hallstein kemur við posti. Serliga konufólkunum dámar væl sjarmerandi og spontana mannin í bláa jakkanum og slitnu kóboybuksunum.
Annað lívið í Havn
Nakrar serkendar mýtur eru um postmenn. Hana við hundunum, sum altíð bíta postmenninar, munnu fólk flest kenna. Men so er tað hin um postmannin, sum í skemtitekningum sleppur sær framm at hjá einsamøllum konum.
Tey nítjan árini, Hallstein hevur gingið við posti hevur hann verið í hornatøkum við mangan hundin. Men hitt hevur hann enn til góða.
- Einaferð kom eg av óvart fram á nøkur konufólk, sum lógu og sólaðu sær her um leiðir. Sum vera mann, skundaðu tær sær at lata seg betur í, tá ið tær sóu meg koma gangandi. Eg spurdi undrandi, hví tær lótu seg í. Í Havn, segði eg, har lata tær seg úr tá ið postmaðurin kemur. Tær fingu ikki afturhald, sum tær flentu, minnist Hallstein, og flennir sjálvur í kíki.
Tað svingar, tá ið Hallstein tosar við konufólkini. Tær flestu, sum vit fáa eina viðmerking frá, halda Hallstein vera ein sera litríkan persón. Og summar standa eftir í durðunum við einum fjarum smíli um varrarnar, tá ið hann kvikar sær víðari.
Stuttar vitjanir
Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur.
Nú eru bert tey fremstu húsini í Kollafjarðardali og Signabøur eftir. Men hesar vitjanir eru tíðarkrevjandi, tí pensiónistarnir skulu hava sín pening. Hóast farið er um miðdag, og nógv húski enn bíða eftir posti, pengum og tíðindum, kennir Hallstein ikki størri strongd á sær, enn hann hevur gjørt. Vitjanirnar inni hjá bíðandi pensiónistunum eru stuttar. Sum ein roynd bankakona telur hann seðlar og myntir meðan tey gomlu sita kúrr og eygleiða títtu fingrarnar. Farvæl og takk fyri, vælsignaður.
Kaffi og orðaskifti
Nú nærkast hann endanum. Klokkan er tjúgu minuttir í tvey. Eini tredivu hús eru eftir. Hann tekur dik á seg; blaðmenninir hava seinkað honum minst ein tíma. Oyrareingir er seinasti býlingurin. Her eru tólv hús. Seinastur er bóndin á Oyrareingjum, Óli Krisjan Debess. Her plagar Hallstein at verða boðin inn á gólvið. Afturvið kaffi og køku verða dagsins mál vend. Bóndin er rótgrógvin fólkafloksmaður. Og Hallstein er, sambært bóndan, ógrøðiligur sosialistur. Teir eru væl, báðir, men politiskt rúkandi ósamdir.
Tá festir Hallstein sær javnan í aftur.
Troyttur sjarmørur
Klokkan er tvey og reiðiliga tað, tá ið blái bilurin við nummarplátuni PJ209 fer norður um aftur og út á posthúsið við Sjógv. Dagurin er skjótt farin. Hallstein fer nú at rigga av. Telja upp kassan, stempla brøv og fáa skil á tað, ið liggur eftir.
Proletarurin og sjarmørurin í kóboybuksunum tykist troyttari enn í morgun.ini.
Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.
Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging
Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.
Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.
Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.
Forsorgarhjálp
Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.
Boligsikring
Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.
Familjustyrkur
Verandi skipan hevði hildið fram.
Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum
Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.
Arbeiðsmarknaður
Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.
Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.
Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.
Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.
Arbeiðsloysistrygging
Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.
Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:
Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).
Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.
Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.
Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.
Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.
Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.
Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.
Embætismenn
Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.
Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.