Á døgverðamálið í gjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari var rýmdur av staðnum.
Tað var á parkeringsplássinum beint við hjá Berg Motors, at ein parkeraður bilur varð árendur.
Men bilførarin, sum rendi á, rýmdi av staðnum, uttan at boða frá. Fólk, sum sóu tilburðin, hava greitt løgregluni frá, at talan var um ein eldri, hvítan persónbil. Tey hava leitað eftir honum, men enn er hann ikki funnin.
Annars hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kannað ferðsluna í gjár og í nátt.
Fleiri bilar vórðu steðgaðir, og úrslitið av tí er, at tveir bilførarar eru skuldsettir fyri at koyra við kenning og tríggir bilførarar fáa 1.000 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Hinvegin ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at at tað eina dekkið undir bilunum varð skrætt upp, tí ein bjálki, sum liggur fram við vegnum við Havnar Klubba, at forða fyri, at bilar fara útav, hevði fingið skaða, so bara bóltarnir stungu upp úr. Og tað hevði hann koyrt á, og hevði skrætt sær dekkið.
Í gjáramorgunin fekk løgreglan eina heldur óvanliga uppringing. Tað var eitt fólk í sama grannalagi í Eysturbýnum í Havn, sum løgreglustøðin er í, sum ringdi at boða frá einum buldri, sum mest minti um eina spreinging. Bresturin var so harðir, at lutir, hon hevði standandi, vóru dotnir á gólv.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvat hetta mundi vera og tey hava onga aðra fráboðan fingið um hetta.