Tríggjar ferðir hetta vikuskiftið eru bilførarar rýmdir undan ferðsluóhappum.
Tá ið ein bilførari í Vágum skuldi av einum parkeringsplássi í sunnukvøldið, rendi hann á ein annan bil.
Men hann lætst ikki um vón og koyri avstað.
Men fólk sóu hendingina og boðaði løgregluni frá. Maðurin varð tikin eina lítla løtu seinni og hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at hava rýmt av staðnum.
Eisini leygardgin leitaði løgreglan eftir einum bili, sum hevði rent á uppi á Sundsvegnum í Havn.
Eisini tann bilførarin rýmdi av staðnum.
Nú hevur løgreglan funnið bilin og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hesi sami bilur allarhelst eisini hevur rent á ein bil, sum stóð parkeraður á Landavegnum, men tí óhappinum rýmdi bilførarin eisini undan.
Løgreglan ger nú fleiri kanningar í tí málinum.
Annars var eitt ferðsluóhapp á Glyvrum í morgun. Bilførarin misti tamarhald á bilinum í hálku og rendi á ein garð. Bilførarin slapp óskalaður, men bilurin sjálvur fekk stóran skaða.