- Her er talan um sterkar reiðarar og peningasterk feløg, ið man má siga hava fingið eitt heilt øki her norði at reisast. Tá man hoyrir slíkar hóttanir sum at steingja og niðurleggja virksemi og arbeiðspláss, so er tað ógvuliga harðligt, og eftir mínum tykki nokk so órimiligt. Eg haldi tað er órímiliga hart spinn, ið gongur fyri seg.
Tað segði Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fyrr í dag í tíðindunum á Rás2, um kjakið í kjalarvørrinum av, at samgongan hevur kunngjørt semjuna um nýggju fiskivinnuskipanina.
Semjan var tó ikki meira enn kunngjørd fyrr enn fyrstu atfinningarnar vóru at hoyra, og serliga hevur uppskotið fingið harða viðferð frá norðoyingum, m.a. frá Hanus Hansen, reiðara, ið segði at nýggja semjan var verri enn uppruna uppskotið.
Óluva Klettskarð er tó ikki bangin fyri, at hon ella flokkurin fer at missa undirtøku í Norðoyggjum.
- Tær røddir vit hoyra eru øgiligar sterkar og skapa eisini meining í nærumhvørvinum. Men tað eru nógv tigandi fólk, ið taka undir við hesum, ið ikki vilja rópa so hart, segði Óluva Klettskarð.
- Slíkar røddir hoyra vit ikki, bara tær harðastu, ið hava hundraðtals milliónir í yvirskoti.
Hoyr alla samrøðuna við Óluvu Klettskarð, harímillum hví hon er ósamd við Hanus Hansen, við at trýsta á pílin undir myndini.