Rímiligur møguleiki fyri stigi

Veddingarfyritøkur: Kosovo er favorittur, men møguleiki fyri føroyskum stigi.

Føroyar vóru mettar sum favorittar og livdu eisini upp til tað, tá ið tað fríggjakvøldið bleiv til ein frálíkan 3-1-sigur á Malta á Tórsvølli í fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini.


Í kvøld er støðan ein onnur, tá ið Føroyar eru á vitjan hjá Kosovo. Veddingarfyritøkur meta nevniliga, at Kosovo, sum í sínum fyrsta dysti spældi 0-0 ímóti Aserbadjan, er favorittur.


Les eisini: Ein stórur dystur fyri bæði londini


Miðaloddsið upp á Kosovo hjá alheims veddingarfyritøkum er 1,68. Tað merkir, at sannlíkindini fyri heimasigri í kvøld eru mett at vera 56%. Hægsta oddsið upp á Kosovo fæst hjá Fonbet, har tað er 1,80.


Føroyar eru við undirlutan, meta veddingarfyritøkur. Miðaloddsið upp á føroyskan sigur er 5,47 – tað vil siga áleið 17% møguleiki. Hægsta oddsið hevur Pinnacle, sum bjóðar odds 6,06 upp á Føroyar.


Miðaloddsið upp á javnleik er 3,56. Tað gevur 27% sannlíkindi fyri javnleiki. Verða metingarnar lagdar saman, so halda veddingarfyritøkurnar, at tað er 44% møguleiki fyri at Føroyar fáa í minsta lagi eitt stig í kvøld.


Les eisini: Fótbóltspanelið hjá FM úr Pristina


Dysturin ímillum Føroyar og Kosovo byrjar kl.19.45. FM1 er á staðnum og útvarpar dystin beinleiðis.