Rúmligur arbeiðsmarknaður

Álitisfólkini og forkvinnan í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
????????????

Á álitisfólkafundi í Almanna- og heilsurøktarafelagnum fríggjadagin 8. desembur hoyrdu vit ein fyrilestur m.a. um tiltøk og fyriskipanir í sambandi við skerdan arbeiðsførleika. Ásannandi at arbeiðið í almanna – og heilsuverkinum kann vera ógvuliga slítandi sálarliga og kropsliga, heita vit á avvarandi mynduleikar at arbeiða miðvíst við ætlanum, ið stuðla uppundir at fólk kunnu verða verandi í arbeiði, hóast arbeiðsførleikin eitt tíðarskeið er skerdur ella varandi skerdur vegna sjúku ella annað. Sjúkrameldingar eru kostnaðarmiklar fyri samfeløg, og er tað tí fyrst og fremst fyribyrging av at fólk verða sjúkrameldað, ella at tey fara úr starvi í úrtíð, vit mugu arbeiða við. At fyribyrgja krevur fyrst og fremst at arbeiðsplássini hava eina starvsfólkanormering, ið er hóskandi til teirra virksemi. Hetta at fyribyrgja at fólk verða overvað bæði krops- og sálarliga. Somuleiðis eru hjálpartól ógvuliga týdningarmikil, eins og frálæra í røttum arbeiðsstøðum og hjálpartólum eigur at vera ein sjálvfylgja. Kanningar vísa at fólk, ið fara úr arbeiði vegna sjúku, hava torført at koma aftur í arbeiði, longu tá tey hava verið úr arbeiðinum í ein mánaða. Tí er tað í grannalondunum vanligt at hava umsorganarsamrøður, tá ið starvsfólk hevur verið sjúkrameldað í ein mánaða. Starvsfólkið og leiðarin hava tá eina samrøðu, ið hevur til endamáls at viðgera støðuna hjá starvsfólkinum í sambandi við sjúkuna. Møguliga kunnu tey, ta tíðina arbeiðsførleikin er skerdur, finna eina loysn á arbeiðsplássinum, ið tekur atlit til sjúkuna hetta tíðarskeiðið starvsfólkið er sjúkt, tí tá er stórur møguleiki fyri at starvsfólkið varðveitir sítt arbeiði. Hetta kann tildømis gerast við lutvísari sjúkramelding. Í sambandi við lutvísari sjúkramelding er tó týdningarmikið at hava í huga, at normeringin á arbeiðsplássinum ikki verður skerd, soleiðis at tað gongur útyvir hini starvsfólkini. Arbeiðsgevarin er tá noyddur at taka inn eyka fólk at røkja uppgávurnar, ið viðkomandi er sjúkrameldaður frá, tí annars verða øll hini starvsfólkini, ið noyðast at taka eyka nógvar tungar uppgávur uppá seg, skjótt niðurslitin.
Almanna- og heilsurøktarafelagið mælir til smidligar loysnir á arbeiðsmarknaðinum fyri øll starvsfólk, soleiðis at vit øll fáa ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.