Rúni Klein Joenen er givin sum málmansvenjari hjá NSÍ. Hann skifti saman við Sámal Eriki Hentze frá Víkingi til NSÍ í vetur. Hóast gongdin í NSÍ ikki hevur verið heilt so góð, so sigur málmansvenjarin, at tað einki hevur við tað at gera.
- Tú ert noyddur at taka nakrar avgerðir í lívinum. Hetta er ein avgerð, sum eg havi ivast í seinastu tíðina. Eg skifti umhvørvi fyri at royna nakað nýtt, við at fara frá hjartafelagnum í Víkingi og til NSÍ, men tað lukkast ikki sum eg vildi tað, sigur Rúni Klein Joensen.
Tað hevur í eina tíð ljóðað, at stemningurin í hópinum ikki er so góður, og úrslitini hava ikki staðið mát við eitt nú HB og KÍ. Hartil kom eitt samanlagt tap upp á 12-5 fyri Hiberninas í Europa League. Hetta er tó ikki orsøkin og hann kennir einki til vánaliga stemningin, sigur málmansvenjarin.
- Eg havi onki ringt at siga um NSÍ. Eg havi onki útistandandi við nakran í Betri-hópinum, og ei heldur við nakran NSÍ ara uttanfyri vøllin. Eg og Sámal Erik Hentze arbeiða væl saman, og koma vónandi í framtíðini at gera tað aftur. Øll kring NSÍ hava tikið væl ímóti mær, sigur Rúni Klein Joensen.
Hann er eisini kendur sum Víkinga-fjepparin, men tók í fjør við sum málmansvenjari hjá Víkingi. Tí kom tað eitt sindur óvart á, at hann skifti til NSÍ saman við Sámal Eriki Hentze. Hóast stigatalvan ikki sær so bjørt út sum ætlað, so er málmansvenjarin nøgdur við arbeiðið í málinum.
- Tað hevur onki við hvussu nógv mál NSÍ hevur latið inn. Tí tað er til UG í ár. 15 mál í 15 dystir er næstminst mál, sum NSÍ hevur latin inn, síðani tey 13 í 2007 aftaná 15 umfør. Tað árið vann NSÍ FM. Í fjør fóru 14 mál inn fyrstu 15 umførini, sigur Rúni Klein Joensen.
Hann sigur at enda, at hann mánakvøldið ætlar sær til Runavíkar at heilsa upp á spælararnar og takk fyri. NSÍ skal aftur á vøllin á ólavsøku, tá HB tekur ímóti í einum dysti, sum kann fáa avgerandi týdning fyri restina av kappingarárinum hjá NSÍ.