Hýrurin var góður í KÍ-høllini leygardagin, tá fiskimenn hittust til árligu innandurakappingina í fótbólti. Kappingin byrjaði kl. 10 á morgni og helt á til kl. 7 á kvøldi.
Støðan millum liðini var jøvn, og onkur dystur var sera spennandi. Kappingin endaði við, at Sundaberg gjørdist nr. 1, Varðin nr. 2 og Søkin nr. 3.
Hesa ferð høvdu 41 manningar teknað luttøku, og longu nú er avgjørt, at kappingin komandi ár verður 29. desembur.
Trý tey vinnandi liðini fingu heiðursmerki og skreytplátu til ognar. Heiðursmerkini hevur Norðoya Bjargingarfelag latið, og skreytplátan er frá Skipalistanum.
Ferðasteypið, sum vinnaraliðið fekk í varðveitslu til komandi ár, hevur Klaksvíkar Kommuna givið.
Tá heiðursmerki og steyp vóru handaði, fekk vinnandi liðið enn eina virðisløn. Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir teir vóru, tá teir fingu ein vikuskiftisferðaseðil í part frá Atlantic Airways.
Umframt hesar, stuðlar eisini Norðoya Sparikassi tiltakinum.
Um 180 mans savnaðust til borðhaldið, sum var á Skúlaheiminum eftir dystirnar. Sum altíð, var hetta ein sera stuttlig løta, har teir, sum dagliga stríðast á sjónum, kundu hugna sær saman.
Fótbóltskappingin millum fiskimenn hevur einki handilsligt endamál, men er bert ætlað til undirhald og hugna hjá fiskimonnum. Til at gjalda útreiðslur av tiltakinum, rindar hvørt skipið 1000 krónur.
- Tá peningur hevur verið til avlops, hava vit latið hann farið til eitthvørt vælgerandi endamál, sigur Palli Ziskason, sum hevur skipað fyri fóbóltskappingini hvørt á higartil.