250 fólk vóru savnað í HB-húsinum fríggjakvøldið. Alt samalt rógvarar, sum í summar hava kapprógvið yvir sjey stevnur. Á ólavsøku var seinasta takið tikið, vinnararnir í hvørjum einstøkum róðri funnir og heiðraðir av fjøldini, ið hevði leitað sær til høvuðsstaðin at fylgja tjóðarítrótt okkara.
Fríggjakvøldið heiðraði róðrarfólki hvørjum øðrum, tá tey vóru savnað í veitslulag í HB-húsinum, har stór gallaveitsla var. Matur, drekka og góður tónleikur stóð á breddanum, umframt at útvaldir bátar og manningar skuldu heiðrast enn einaferð.
Ársins áralag
Á árligu gallaveitsluni er afturvendandi táttur, at velja ársins áralag í hvørjum bólki. Hjá 5-manna førum hjá gentum vann Junkarin henda heiður. Erla Kongsdóttir vann heiðurin í 5-manna førum hjá kvinnum. Hjá 6-manna førum hjá kvinnum og monnum vóru tað ávíkavist Fortuna og Riddarin, ið vunnu henda róður.
Árnfirðingur hevði ársins áralag hjá 8-manna førum hjá monnum, og Havnarbáturin hjá 10 manna førum hjá monnum.
Riddarin yvirraskaði
Ein annar heiður var ársins yvirraskilsi. Tann bátur, ið hevði tikið flest fólk á bóli og gjørt nakað heilt óvæntað. Semja var um, at hesin heiður skuldi falla Riddaranum í lut. Báturin úr Miðvági vann fýra teir síðstu róðrarnar, eftir at hava ligið nummar trý, fýra og trý á teimum fyrstu róðrunum.
Ein annar bátur, sum í mun til Riddaran kom rættiliga væl frá byrjan í ár, var Ormurin Langi. Hann vann tríggjar av fýra teimum fyrstu róðrunum. Tað var tó ikki nóg mikið til at tryggja sær FM-heitið, tí hetta fór Havnarbáturin avstað við í síðsta enda. Fríggjakvøldið fekk báturin hjá Knørrafelagnum eitt plástur upp á sárið, tá hesir vunnu Fair-Play prísin.
Havnar Róðrarfelag ársins felag
Síðsta heiðurin á kvøldinum fall til eitt felag. Ársins felag skuldi kjósast, og her var lítil ivi. Havnar Róðrarfelag vann fýra FM-róðrar, og á ólavsøku vunnu bátar felagsins heili sjey róðrar. Drekin við gentum, Sílið við kvinnum, Sílið við dreingjum og Havnarbáturin, umframt at Sílið eisini vann barnaróðurin við gentum, og at Havnarbáturin og Ørvur vunnu tveir oldboysróðrar.