Róðrarfelagið Knørrur sett venjarar

Tveir kendir menn settir sum venjarar

Róðrarfelagið Knørrur í Havn hevur sett venjarar til komandi kappingarár. Talan er um Heina Hátún og Svein Rógva Nielsen Ljósstein, sum komandi tvey árini verða venjarar hjá felagnum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

 

Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri, Bárður Skorheim Guttesen, sigur, at felagið vil framá og vil tí styrkja seg ítróttaliga og grundfesta eina nýggja venjingartilgongd.

 

- Við Heina Hátún og Svein Rógva Nielsen hava vit fingið júst teir menn, sum vit ynsktu okkum. Hetta er ein íløga í framtíðina hjá felagnum. Endamálið hjá okkum er ikki at vinna FM-heitini longu í ár, men at leggja eitt betri ítróttaligt støði undir felagið, sigur Bárður Skorheim Guttesen og leggur afturat:

 

- Hetta skal sjálvandi eisini vera eitt fræ til at fáa fleiri rógvarar til felagið. Vit hava nógvar góðar rógvarar í ár, men har, sum tað er stuttligt at vera, har koma fleiri til, og tað hava vit longu merkt. Her er gott at vera, og rógvararnir fáa ta vegleiðing, sum teimum tørvar. Men tað tekur sjálvandi tíð at byggja nýggju rutinurnar upp. sigur Bárður Skorheim Guttesen.

 

Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri eru umframt Ormin Langa eisini fimmmannaførini Jallurin og Pílur, seksmannafarið Jarnbardur og áttamannafarið Knørrur. Hesir bátar verða allir mannaðir í ár. Harumframt eru seksmannafarið Herningur og tíggjumannafarið Kongurin, sum eru tøk.