Í samband við at eystanstevna verður um vikuskiftið, verður skipað fyri rørsludegi fyri øll í dag í Runavík. Tiltakið byrjar klokkan 18:00
Til ber at ganga ella renna tveir teinar. Teir eru 2,4 km og 4, 2 km. Báðir teinarnir byrja við Ítróttarhøllina. Luttakararnir fáa ókeypis t-shirt, vatn og frukt. Eingin tilmelding er neyðug. Møtt verður við Ítróttarhøllina. Jóhan Danielsen og Petur Lamhauge standa fyri eini felags upphiting.
Runnið verður inneftir Gerðisvegi. Við rundkoyringina fara tey, sum ætlað sær styttra teinin, oman Posthúsbrekkuna, snara til vinstru út á Heiðaveg og renna úteftir til Ítróttarhølina. Tey, ið fara longra teigin, sneiða niðaneftir leitisbrekku, tá tey koma úr rundkoyringini. Síðani verður farið inneftir Leitisvegi, og tá hann kemur í Dalaveg, verður farið oman Dalaveg, og út á Glyvraveg, og so úteftir Heiðavegi til Ítróttarhøllina. Tiltakið er ókeypis.