Tá Atlantic Music Event aftur vitjar í Reykjavík 31. mars, verður størsta íslendska útvarpsrásin Rás 2 á til staðar og festur føroysku konsertina á band.
Konsertin við nøkrum av okkara fremstu tónleikanøvnum: Eivør, Teiti, Gestum, Høgna Lisberg og Brandi Enni verður send á best umtóktu íslendsku útvarpsrásini á Páskum.
Høvuðsfyriskiparar av AME Reykjavík eru Menningarstovan, Norðurlandahúsið og TUTL.
Høvuðskonsertin verður kenda á spælistaðnum NASA í Reykjavík, leygarkvøldið 31. mars 2007, og tað er henda framførsla, sum verður fest á band..
AME tiltakið í 2006 hevur havt við sær størri fokus á føroyskan tónleik í Íslandi, tí nú verður meira av nýggjari føroyskum tónleiki spældur í íslendskum útvarpi, m.a. tey sum luttóku í fjør.