Rós til Braithwaite – Messi avgerandi

La Liga: Lionel Messi mátti aftur taka um endan, men Martin Braithwaite fær rós

FC Barcelona er fyribils aftur á odda í sponsku landskappingin, eftir at katalanska stórfelagið vann 1-0 á Real Sociedad í gjár. Sigurin var ikki uttan umtalu, tí FC Barcelona var meiri heppið enn gott er.

Danski landsliðsspælarin, Martin Braithwaite, byrjaði inni og fær góð skotsmál. Hann var ein støðug hóttin við sínum renningum afturum verjuna hjá gestunum. Á hinum liðnum var norska stjørnuskotið, Martin Ødegaard, við í tí mesta, tá baskarnir hóttu.

Avgerandi løtan kom, tá bara tíggju minuttir vóru eftir. Eftir innlegg endar bólturin ótilvitað í ovara partinum av arminum hjá einum verjuspælara hjá Real Sociedad. Dómarin tjekkaði við VAR og hugdi í skermin við vøllin og metti, at tað var nokk til bortsspark.

##med2## 

Sum ikki eina ferð, so var tað Lionel Messi, sum mátti taka um endan og umsetti brotssparkið til mál. Við sigrinum hevur FC Barcelona fyribils lagt seg á odda í La Liga, men Real Madrid kann endurvinna sess í kvøld á útivølli móti Real Betis.

1Barcelona27184563:3158
2Real Madrid26168248:1756
3Sevilla27138639:2947
4Getafe27137737:2546
5Atlético Madrid271112431:2145
6Real Sociedad26134943:3243
7Valencia27119738:3942
8Villarreal261151043:3638
9Granada261141132:3137
10Athletic Bilbao26810825:2234
11Osasuna27810934:3834
12Alavés27881129:3732
13Levante261021431:3932
14Real Betis26791036:4230
15Real Valladolid26611922:2929
16Eibar26761326:3927
17Celta Vigo275111122:3426
18Mallorca27741628:4425
19Leganés26481419:3820
20Espanyol27481523:4620