RÁS2
- Fólkaheilsuráðið og Rás2 hava gjørt samstarvsavtalu, har endamálið er at breiða út boðskapin, at árið í ár er kostár.
Tað sigur Birgir W. Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2.
Hann sigur, at Rás2 og Fólkaheilsuráðið hava sett sær fyri at greiða frá vandunum við eitt nú tubbaki, rúsevnum, ov lítlari rørslu og yvirvekt.
- Fyri at sendingarnar skulu kunnu hoyrast av øllum, er avgjørt at senda tær tríggjar ferðir um dagin. Byrjað verður klokkan 07.10 teir næstu 12 mánaðirnar. Sendingin varar í 12 til 15 minuttir, og sama sending verður so endursend hvønn dag klokkan 09.45 og klokkan 20.45, sigur Birgir W. Høgnesen.
Samrøður
Í heilsusendingini á Rás2 verður eitt nú morgunfimleikur, persónssamrøður, kostráð, upplýsing um alkohol og upplýsing um royking og rørslu.
Birgir sigur, at málið er at varpa ljós á viðurskifti og umstøður, sum kunnu fyribyrgja sjúku ella kunnu verða heilsufremjandi.
- Ein annar spennandi partur í hesum samstarvi er, sigur hann, at Rás2 eisini fer at gera samrøðu við ein nýggjan persón í hvørjari sending. Hesin persónur er ein, ið fólk flest kenna. Tosar verður við persónarnar um teirra lívsstíl, eitt nú um, hvat tey eta, og um tey íðka ítrótt ella slettis ikki gera tað og um so er - hví.
Hann sigur, at fyri at byrgja upp fyri, at sendingin gerst turrislig í persónligum práti, verða eisini nakrar samrøður við kostráðgevar og onnur, sum kunnu greiða frá um fólkaheilsu og ymiska íðkan.
- Tá samrøðurnar við kostráðgevararnar eru, leypa vit samrøðurnar við kendu persónarnar um, sigur Birgir W. Høgnesen.
Almenn kostráð
Marknaðarleiðarin á Rás2 sigur, at tey fara at halda seg til kostráðini sum vanliga verða kalla tey átta almennu kostráðini, sum Heilsustýrið í Danmark hevur almannakunngjørt, og sum Fólkaheilsuráðið tekur undir.
- Men vit fara eisini at leggja áherðslu á at fáa føroyingar at eta meiri fisk, tí tað er sunnur kostur, sigur hann.
Nakað av fyrireiking er gjørt í samband við sendingarnar.
Tað eru Elsa Maria Bærentsen og Beinta Danielsen, sum standa fyri fimleikapartinum. Tær hava framleitt hendan partin fyri Fólkaheilsuráðið og hava latið Rás2 hetta íkast til sendingina.
- Vit á Rás2 og øll starvsfólkini í Miðlahúsinum eru sera spent uppá hetta samstarv við Fólkaheilsuráðið, tí hetta er fyrstu ferð, at ein privat útvarpsstøð ger sendingar av slíkum slag, sigur Birgir W. Høgnesen.
Marknaðarleiðarin leggur aftrat, at sendingin fyrstu ferð verður at hoyra
á Rás2 hin 1. mars.