Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi
--------------------
Tøkk til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, fyri at taka hetta evnið upp í lesarabrævi. Tað er gott at síggja landsins ovasta leiðsla tekur hetta álvarsmál fyri fult.
Rúsevni eru eitt álvarsmál, sum vit øll eiga at geva gætur. Hjá okkum í Bláa Krossi og á Blákrossheiminum er tað ein fastur partur av okkara arbeiðsøki. Vit møta misbrúkarunum, teimum nærmastu, og vit gera eitt fyribyrgjandi arbeiði eftir besta førimuni.
Fyribyrging er meira enn upplýsing
Upplýsing er neyðug – vitan er neyðug. Upplýsing einsamøll ger tó ongan mun. Fyribyrgingararbeiðið á rúsøkinum er nógv drúgvari og meira krevjandi enn at prenta plakatir og greiða frá, hvussu rúsevni virka. Fyribyrging er eisini hugburðsarbeiðið! At arbeiða við hugburði krevur tíð, og tað er altavgerandi, at avvarandi partar geva møguleika til tess at seta tíð av til hetta. Blái Krossur hevur í mong ár arbeitt aktivt á hesum øki, millum annað í samstarvið við kommunur og skúlar.
Harafturat er fyribyrging meira enn at møta børnunum og teimum ungu. Allar royndir vísa, at munadyggasta fyribyrgingararbeiðið verður gjørt, tá foreldrini eru við. Tá gevur fyribyrging á rúsøkinum bestu úrslitið.
Í serligum vandabólki
Tað er týdningarmikið at fáa tey í tal, sum eru í serligum vandabólki. Serliga tey, sum eru byrja at brúka rúsevni, og tey, sum annars ferðast í hesum umhvørvi. Tað er týdningarmikið at fáa hesi á tal so tíðliga sum tilber. Á Blákrossheiminum hava vit havt samband við nógv ung seinastu árini. Tað eru ungfólk sum brúka rúsevnir. Blákrossheimið hevur í fleiri ár, heitt á Heilsumálaráðið um at fáa játtan til ein ráðgeva, sum burturav skal takað sær av ungum og familjum teirra, men enn hevur hendan áheitan ikki borið ávøkst. Tað er neyðugt við eini uppraðfesting á hesum økið. Loysnin, sum verður vald av mynduleikunum, er at senda fólk uttanlands í viðgerð, hóast vit í Føroyum hava fólk við hollari vitan og kunnleika innan økið. Tað er ikki nóg gott!
Sum Annika Olsen sigur ”Vit mugu taka rúsevnistrupulleikan í Føroyum í størsta álvara, tí fyri eitt lítið og viðbrekið land sum Føroyar kann hetta fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri okkara ungdóm o.ø. Tað er ungdómurin, ið gerst offur fyri rúsevni, tað er ungdómurin, ið gerst offur fyri harðskapi, tí er tað sera týdningarmikið, at ungdómurin verður hildin skaðaleysur av rúsevnum.
Tað er skaðiligt at brúka rúsevnir. Vit eiga at gera eitt dygdargott fyribyrgingararbeiði, har allir partar, ið hava vitan og áhugamál, eru við.
Revsiramma er eitt – og er eitt týdningarmikið og neyðugt signal. Hin síðan er, at vit mega taka okkum av teimum, sum brúka rúsevnir, og hjálpa teimum burtur úr hesum. So leingi brúkarar eru, so er eisini ein marknaður, og so verður smuglað.