Rúsevni eru ein veruleiki í Føroyum

- Rúsevni eru ein veruligur trupulleiki í dag. Vit noyðast at steðga tí nú, áðrenn onkur tannáringur doyr av tí, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttarravnunum í Havn


Náttarravnarnir í Tórshavn hava saman við Runavíkar kommunu skipað fyri, at fáa Line Risberg til Føroya, at greiða frá síni ecstasy misnýtslu.
- Vit hava skipað fyri hesum tiltakinum fyri skúlaungdóminum, tí ecstasy og onnur rúsevni, er ein ov stórur trupulleiki í Føroyum, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttarravnunum.
- Tá foreldur at tannáringum siga við síni børn, at tey ikki mugu nýta rúsevni, so spyrja tey ungu, Hví ikki?. Tað er ikki øll foreldur, sum vita, hví rúsevni eru skaðilig. Tí hava vit fingið Line Risberg til Føroya. Hon kann greiða teimum ungu frá, hví tey ikki skulu fara at nýta rúsevni.
Ásvør Højgaard heldur, at tað besta hevði verið, um Line Risberg kundi farið runt til allar skúlarnar í Føroyum at greitt frá, men av tí at tað ikki ber til, hava tey valt at savna allar 7. til 10. flokkarnar í Eysturoynni í ítróttarhøllini í Runavík.
- Vit vita ikki hvussu stórur trupulleikin við rúsevnum er í Føroyum, tí vit hava eingi hagtøl. Men vit halda okkum til tað, sum  tey ungu siga, og tey vilja fegin hava rúsevnini burtur.
Ásvør sigur, at rúsevni eru at finna allastaðni í Føroyum. Í Havn duga fólk eitt sindur betri at goyma tað enn á bygd, tí í Havn keypir eingin rúsevni í vikuskiftinum, tey keypa tað áðrenn. Á bygd er tað týðiligt at síggja, hvør tað er, sum selur rúsevnini.
- Summi av teimum ungu, sum nýta rúsevni hava trupulleikar heimanífrá, so hugsa tey kanska, at tað blívur nokk ikki verri. Men tað er langt frá øll, sum hava trupulleikar heimanífrá, sigur Ásvør Højgaard.
Hon heldur eisini, at nógv foreldur venda eitt blint eyga, til trupulleikan við rúsevnum.
- Rúsevni er ein veruligur trupulleiki í Føroyum í dag, sigur Ásvør Højgaard.
- Vit noyðast at steðga tí nú, meðan leikur er góður. Vit mugu steðga rúsevnismisnýtsluni áðrenn onkur tannáringur doyr av tí.