Rótasúpan kring landið

Seinasta útgávan hjá Anfinni Nielsen verður send á marknaðin fyrsta dagin. Hesa ferð við heitinum Rótasúpan Talan er um eina útgávu í klassiskum Anfinn stíli, har satirisku men kortini álvarsomu tekstirnir eru lætnir í livandi ham. Ein blanding, sum á teimum trimum undanfarnu útgávunum hevur skapt hópin av landaplágum, og tí kann roknast við, at nýggja útgávan bókstaviliga fer at ganga sum rótasúpan kring landið.

 

Anfinn Nielsen hevur sjálvur skrivað tekstirnar til allar sangirnar, og hartil hevur hann skrivað trý av løgunum. Hini hevur Kim Hansen skrivað.

 

Teir, sum mannað Companíið hjá Anfinni hesaferð, eru

 

Kim Hansen (Tangentar).

 

Ólavur Øster (Guitars).Pauli Magnussen (Bass).

 

James Olsen.(Trummur).

 

Eyðun Nolsøe (Akk: Guitar)

 

Angelika Nielsen Violin

 

Ólávur Olsen (Horn)