Í Italia halda teir flestu politikararnir, at tað var rætt at rinda loysigjald fyri at fáa teir iraksku burturflytararnar at lata Simonu Pari og Simonu Toretta leysar.
Formaðurin í utanríkisnevndini hjá tjóðartinginum, Gustavo Selvo, segði í gjár, at høvuðssetningurin eigur at vera, at einki land eigur at slaka fyri burturflytarum, men hann helt kortini, at tað var rætt at gera tað í hesum førinum. Tað týdningarmesta var at bjarga kvinnunum, segði Gustavo Selvo.
Teir flesu politikararnir taka undir við honum, og tað gera teir italsku fjølmiðlarnir eisini. Blaðið La Republica skrivaði í gjár, at tað er eingin skomm at rinda loysigjald fyri at bjarga mannalívum.
Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevur nnars hildið uppá, at Italia rindaði ikki loysigjald fyri at fáa Simonu Pari og Simonu Toretta leysar. Tað hevur Franco Frattini, uttanríkisráðhari, eisini sagt, men sambært Gustavo Selvo er tað bara "tann almenna frágreiðingin".
Tær báðar kvinnurnar komu til Rom týskvøldið efir at hava verið gíslar hjá irakskum buturflytarum síðani tann 7. september.