? Tað er ov lætt sloppið av landsstýriskvinnuni at tveita Jákupi Mørkøre ábyrgdina fyri, at hon ikki megnar sínar uppgávur.
Bjørn á Heygum, sum hevur verið við til at gjørt nýggju stýrisskipanina, heldur avgjørt, at hetta málið vísir okkum, at parlamentarisma ikki virkar í Føroyum.
Bjørn á Heygum vil ikki siga, um hann heldur, at misálit átti at verið lagt ímóti Helenu Dam á Neystabø. Hann vísir á, at áðrenn hetta verður gjørt, eigur landsstýrisfólkið at hava framt so mikið stórt brot, at alt álit er rokið.
? Eg kann tó siga, at rokið innan almanna- og heilsumál er við at gerast so groft, at tað er á markinum til misálit.
Men væntast kann tó ikki, at slíkt hendir. Sambært Bjørn á Heygum hava føroyskir politikarar als ikki skilt møguleikan við at leggja fram misálit. Teir fata slíkt, sum at misálit verður lagt ímóti einum heilum flokki, og tí rýkur samgongan, verður misálit lagt móti Helenu Dam á Neystabø.
? Skipanin við at leggja fram misálit hevur einki við flokkarnar at gera. Tá misálit verður lagt móti landsstýrisfólki, er talan um boð til flokkin, ið eigur landsstýrisfólkið, um at finna eitt annað landsstýrisfólk.
? Trupulleikin við verandi landsstýri er, at Tjóðveldisflokkurin er bangin fyri, at fullveldisætlanin rýkur, um misálit verður lagt á Helenu Dam á Neystabø, og tí kann hon toyggja sær, sum hon vil, sigur Bjørn á Heygum.