Av tí at Náttarravnarnir vera nevndir í skrivinum á ein hátt, sum kann misfatast, vilja vit gera hesa rættleiðing.
Greitt verður frá, at dansur fyri tey ungu millum 14 og 18 ár nú aftur verður til kl. 3:30, og at ávísar broytingar verða viðvíkjandi vaktar-haldi uttanfyri høllina. Sagt verður, at hetta verður gjørt í samstarvi við Náttarravnarnar, og at endamálið er at fyribyrgja ófrið hjá grannunum.
Lesarin kann fáa ta fatan, at Nátarravnarnir onkursvegna hava verið við í málsviðgerðini, sum er endað við, at fyriskipararnir av dansi í Badmintonhøllini nú aftur sleppa at hava dans til kl 3:30, og at Náttarravnarnir eru í onkrum slagi av samstarvi um vaktarhald uttanfyri dansihøllina.
Vit vilja við hesum siga frá, at vit als einki hava við dansiloyvir ella vaktarhald at gera. Vit eru ikki umboð fyri nakað privat felag, býráðið ella nakran annan myndugleika. Um vit umboða nakran, so eru tað foreldrini.
Vit eru ein felagskapur av sjálvbodnum vaks-num, sum vilja vera í náttarlívinum, á ein skipaðan hátt, fyri at økja um tryggleikan hjá teimum ungu. Vit hava sum so ikki viðgjørt spurningin, men flestu limir okkara halda óivað, at tað er alt ov seint at enda dansin kl. 3:30 fyri 14 ára gom-ul. Vit harmast um at tað, av fíggjarligum orsøkum, ikki skal bera til at enda dansin fyrr.
Henda rættleiðing skal ikki skiljast so, at vit ikki ynskja samstarv um viðurskiftini hjá teimum ungu í náttarlívinum. Vit høvdi fegin luttikið, um kalla varð saman til ein fund, har t.d. umboð fyri býráðið, løgregluna, sosialar mynduleikar, dansifyriskiparar, foreldraumboð og onnur, møttust fyri at tosa um, hvussu tey ungu kundu fingið betur og tryggari umstøður.