Manshondbóltur
Grannauppgerðir eru altíð nakað serligt. Ikki minst í ítróttarhøpi, har tað ferð eftir ferð er staðfest, at tó at stórur munu er á liðunum í gerandisdegnum, so kann alt henda, tá uppgerðir av hesum slagnum eru á skránni.
Menn eru aloftast eyka uppsettir, tí talan í stóran mun er um leikarar, sum í gerandisdegnum eru nær at hvørjum øðrum, og har tað tískil ræður um at vinna hvørjum øðrum neisur.
Tíverri hevur hetta tó eisini ofta lyndi til at gerast eitt slag av dystum, har sjálvt hondbóltsspælið kemur í aðru røð. Menn eru somikið tendraðir, at tað kanska fyrst og fremst ræður um at steðga mótstøðuni. Vertin á hvussu.
Talvan í verkfalli
Og júst ein slíkur dystur var tann millum H71 og Kyndil sunnudagin. At máltalvan í høllini hevði valt hendan dagin at fara í verkfall í, mundi bara kennast symbolskt í so máta, tí í løtum var talan ikki um spæl, sum líktist hondbólti serliga nógv.
Longu fyrstu minuttirnar fingu dómararnir fleiri góðar orsøkir til at hevja tveir fingrar, og í summum førum vóru brotini somikið ógvuslig, at tey í sjálvum sær vóru nóg mikið til beinleiðis reytt kort. Ikki minst fekk Niels Viggo Niclassen kærleikan at kenna frá fyrrverandi liðfeløgunum, tá hann fekk tveir rættiligar sendarar á rað, men sum heild vóru hoyvíkingarnir tó skjótir at hevna seg fyri hetta.
Lítil spenningur
Um sjálvan dystin er annars at siga, at hóast dramatikkurin í nærdystunum var stórur, so var tað so sum so við spenninginum. Rættiliga skjótt megnaði Kyndil at leggja seg nøkur mál framum, og tó at hoyvíkingarnir í løtum royndu at svara aftur, so megnaðu teir ongan tíð at koma heilt ájavnt.
At hoyvíkingar seinastu dystirnar hava megnað at spælt fleiri av oddaliðunum eitt puss, kemst fyrst og fremst av, at teir hava megna at fingið liðið at rigga sum eina eind. Fyrst og fremst í verjupartinum, men hartil hava allir leikarararnir staðið saman sum ein maður. Bæði í verju og álopi.
Men hetta var gloymt sunnudagin, og kanska einamest tí, kom spenningur ongan tíð í dystin. Sum einstaklingar hevur Kyndil kanska besta liðið í landinum, og ferð eftir ferð tóktist eisini greitt, at tað vóru ymsu einmansavrikini, sum vóru avgerandi fyri dystin.
Ota seg uppeftir
Við sigrinum vann Kyndil seg frá hoyvikingum og kollfirðingum á stigatalvuni, soleiðis at teir nú eru á fjórða plássinum. Enn eru trý stig upp til Neistan, men sum formkurvan hjá teimum báðum høvuðsstaðarliðunum tykist vera í løtuni, er ikki óhugsandi, at Kyndil kann vinna seg enn longur upp.
Hoyvíkingar tykjast hinvegin hava mist nakað av luftini. Sigrarnir á VÍF og Neistanum góvu annars vónir um, at H71 fór at klintra væl longur upp eftir talvuni, og tó at hetta enn er gjørligt, so tykist liðið í løtuni vera nakað uppsteðgað.
Dysturin í tølum
H71-Kyndil 24-29 (10-15)
Málskjúttar:
H71: Bárður Brimvík 5, Uni Wardum 5(4), Halgir Dahl Olesen 4, Niels Viggo Niclasen 4, Johnny Durhuus 4, Annfinnur N. Debess 2
Kyndil: Høgni Klein 5, Finnur Hansson 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Heini Bendtsen 5, Jacob Jónsson 3, Ken Zachariasen 1, Josef Abrahamsen 1
Brotskøst: H71 4, Kyndil 1
Útvísingar: H71 4, Kyndil 6
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Kundu og áttu at lagt eina nógv harðari linju, soleiðis at hondbóltsspælið hevði komið leikarunum til hugs.