Hondbóltur, menn
Fyrstu dystirnir hetta kappingarárið hava víst, at tað serstakliga er Neistin, sum er avbjóðari hjá vestmenningum í gullstríðnum, og leygardagin skuldu teir taka enn eitt tak í oddastríðnum, tá teir vitjaðu KÍF í Vestmanna.
Royndin miseydnaðist
Tað eydnaðist eisini Neistanum at vinna dystin, men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at talan var langt ífrá um nakað sannførandi avrik frá oddaliðnum.
Stóran part av fyrra hálvleiki vóru tað nevnliga kollfirðingar sum vóru við yvirlutan, og umframt at álopsspælið ikki koyrdi nakað serliga væl, so var tað serstakliga í verjupartinum, at Neistin hevði alstórar trupulleikar.
Fyri at bøta um strikuspælið, sum ikki hevur virkað serliga væl í ár, varð Hans Áki Dal-Christiansen fluttur inn á vøllin, meðan John Petersen var á veinginum frá dystarbyrjan, men í hvørgum endanum av vøllinum virkaði hendan loysnin serliga væl.
Serstakliga hevði miðverjan ilt við at halda Regini Petersen og Iljan Topic frá skotroyndum, meðan John Petersen í bæði álops- og verjupartinum hevði ilt við at gera nakað við Petur Martin Poulsen.
At Neistin so kortini helt sær inni í dystinum, komst av teirri orsøk, at Fyrst Heini Joensen og síðani Kári Mortensen og Jacob Jónsson megnaðu at skjóta neyugðu málini, sum skuldi til, umframt at Zeljko Jotic tók sær av stórum parti av tí, sum kollfirðingar tveittu eftir honum. Og so var tað eisini tað, at KÍF snøgt sagt dummaði seinasta partin av fyrra hálvleiki, tá mistøk í álopsspælinum høvdu við sær, at ístaðin fyri at heimaliðið økti um munin, slapp Neistin at minka úr 17-13 niður 17-15.
Jacob X 6
Í seinna hálvleiki var alt fyri eitt greitt, at nú vóru geistirnir í øllum førum meira ágrýtnir.
Rættiliga skjótt fingu teir lagt seg á odda, og hóast teir alla tíðina hildu nevið frammanfyri, so fór spenningurin ikki úr dystinum.
Heilt góðar mundu vónirnar hjá kollfirðingum gerast, tá fyrrverandi bygdarfelagi teirra, Heini Joensen, fekk reyða kortið fyri at hava skumpað Kristian Madsen, tá hesin ikki vildi geva sær bóltin, men í minuttunum, sum fylgdu eftir hetta, setti Neistin alt upp á pláss.
Iljan Topic fekk tvær ferðir tveir fingrar og reytt kort, og tá kollfirðingar løtu seinni fingu enn eina útvísing, settu Neistin og serliga Jacob Jónsson ferð á.) At hvørki dómaraborð ella dómarar síðani revsaðu, at kollfirðingar komu ov tíðliga innaftur á vøllin, er ein onnur søga.) Seks mál á rað vórðu skotin frá hansara hond, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Vinna stigini
Saman um tikið var talan aftur um ein av hesum dystunum hjá Neistanum, har spælið ikki hevur verið serliga sannførandi, men har stigini kortini koma inn á kontina, og tað er so ein dygd í sjálvum sær.
Tað skerst tó ikki burtur, at teir eftir dystin mundu iðra seg um útvísingina, sum Heini Joensen fekk, og sum sostatt heldur honum frá at spæla, tá teir komandi vikuskifti vitja StÍF á Skála. Ein dystur, sum kann vísa seg at gerast sera trupul. Ikki minst nú STÍF hevur nakað at prógva eftir óvæntaða tapið fyri Tjaldri.
Fyri KÍF tóktist dysturin hinvegin vera enn eitt prógv um, at teir aftur í ár hava fingið eina sera ringa byrjan upp á kappingarárið. Í fjør vóru teir annars millum bestu liðini í endaspælinum, men grundað á vánaliga grundspælið rakk hetta ikki til nakað heiðursmerki.
Tí vóru vónirnar góðar undan hesum kappingarárinum, men heldur ikki hesa ferð tykist eydnan vera við teimum. Tað er tó lítið at ivast í, at KÍF hevur meira í sær, enn støðan á talvuni sýnir, og spurningurin tykist bert vera, nær teir fara at prógva, at so er.
Dysturin í tølum
KÍF-Neistin 25-31 (17-15)
Málskjúttar:
KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 5, Iljan Topic 5, Kristian Madsen 3, Durica Tomic 3(1), Finn Heri Johannesen 2, Petur Martin Johansen1, Jákup Dam 1
Neistin: Jacob Jónsson 10, Kári Mortensen 6, Heini Joensen 5(1), Áki Mørk 4, John Petersen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Ári Rouch 1
Brotskøst: KÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: KÍF 5, Neistin 2
Diskvalifikatiónir: KÍF 1 (3X2 minuttir), Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr StÍF: Poli Hansen & Jústinus Justinussen. Best at skriva sum minst um eitt avrik, sum avgjørt ikki hoyrir til teirra bestu.