Ræ_uliga stuttligt

Alt ov fáir áhoyrarar upplivdu ólavsøkudag Amin Jensen spenna seg fult út

Ein tungvektari innan undirhald.
Amin Jensen er í Danmark øgiliga stórur. Eitt stórt navn. Ein tungvektari innan undirhald. Men ein tungur drongur úr Danmark kundi ikki fylla allar stólarnar í høllini á Hálsi ólavsøkudag. Ta_ tóktist at vera fleiri tómir stólar enn fólk í salinum. Ikki tí. Uppmøtingin var bara gó_ allíkavæl. Eini 500-600 fólk vóru komin saman, og ta_ er rættiliga nógv í føroyskum høpi og eitt nú væl meira enn í stóra salin í Nor_urlandahúsinum vanligar dagar. Men fyri ta gó_sku, i_ kom av pallinum, kundu nógv fleiri fólk veri_ himmals fegin um at veri_ møtt upp. Fyri 245 krónur hevur tú rætt til at krevja naka_ afturfyri. Men ta_ fekst tú eisini í ríkiligan mát. Ein professionel og framúr framførsla hjá stóra manninum.
Ja, ta_ var stórt, enntá feitt og øgiliga, ræ_uliga stuttligt.

Klassikarar
Framførslan var eitt breitt útbo_ av tí nógva tilfarinum, Amin hevur sta_i_ á palli vi_ seinastu gott tíggju árini. Ta_ var mest av tí n_ggjari slagnum frá "Stort" og "Hit med Amin". Hevur ein veri_ til hesar framførslur á_ur, so var kanska ikki so nógv at heinta á Hálsi. Men ta_ eigur kortini at vera eitt risastórt upplivilsi bara at vera til sta_ar, tá hesin risin er á pallinum.
Hann leg_i út vi_ nøkrum løttum og gó_um skemtisøgum. Hann fekk flætta_ okkurt smávegis føroyskt upp í, men ta_ var ikki ta_ nógva um føroyinar og Føroyar á skránni. Ein av hansara størstu styrkjum er mátin, i_ hann kroppin og at kalla allar sansir at undirhalda vi_. Sí_ani sang og undirhelt hann upp allar hugsandi hættir. Tónlistarligu evnini eru ikki at forsmáa.
Amin Jensen er á ongan hátt bangin fyri at gera gjøldur burturúr sær sjálvum. Tá hann valsa_i runt á pallinum sum ímynd av einum dinosauri flána_u øll í áhoyrarafjøldini.
Framførslan ólavsøkudag var í tveimum pørtum. Hin fyrri parturin var stuttligari. Ta_ svitast ikki. Ì a_ru helvt leg_i hann seg meira eftir at herma eftir fólki. Ta_ eru nú einafer_ fjúrtanhundra_ kilometrar millum Føroyar og Danmark, og hetta gav fyri ein part at bíta. Fáir áhoyrarar kendust vi_ eitt nú Jan Gintbjerg, men hermingin var heilt framúr kortini. Amin varna_ist eisini sjálvur, at føroysku áhoyrarnir ikki duttu av stólunum, tá i_ kendir danskir persónar stó_u fyri skotum.
Onkrar søgur vóru av tí meira fúla slagnum, men ta_ var kortini ikki so tyngjandi nógvur toilethumor, sum mann oftani upplivir vi_ moderna_um skemtarum.
Eina varna áhoyrarafjøld hevur hann t__uliga roynt at framført fyri á_ur. Hóast føroyingar kanska ikki eru vanir vi_ at vera til tílíkar framførslur, har áhoyrarnir oftani liva væl vi_, so hugna_u fólk sær óført og tordu eisini at svara til, tá stóri ma_urin á pallinum vildi hava aftursvør. Ta_ var ivaleyst fyri bá_ar partar eitt upplivilsi í fremsta flokki.

Alt kan vi spille
Sum eitthvørt anna_ gott show, so ver_ur ta_ bygt upp til eina finalu. Vart tú í iva eftir fyrstu helvt, so var eingin ivi sí_stu løtuna, at tú vart komin at síggja eina s_ning í serflokki.
Vi_ sær á pallinum hev_i Amin Jensen ein klaverleikara, og teir bjó_a_u seg móti endanum av framførsluni til at syngja og spæla ein og hvønn sang.
- Alt kan vi spille, seg_i hann fer eftir fer_.
Og ta_ kundu teir eisini. Ikki bara spæla. Hesin og hasin sangarin vóru karikera_ir. Ta_ svitast ikki, at størri talent innan undirhald skal mann leita leingi eftir, og undirrita_i hevur í øllum førum ikki sæ_ naka_ betri av hesum slagnum í Føroyum á_ur.
Í farnu viku góvu vit ólasøkukabarettini karakterin 7 vi_ einum píli uppeftir. Skulu vit kvittera_ vi_ einum karakteri her, so ver_ur ta_ 11 vi_ einum lítlum píli ni_ureftir. Ta_ var bæ_i sjálvstø_ugt og avbera gott. Vi_ meira tilfari vi_víkjandi Føroyum hev_i avriki_ veri_ framúr sjálvstø_ugt og enn betri. Flott.