Úr Vestmanna til Nashville

Ólavur Højgaard gevur leygardagin fløgu út, við gomlum klassikarum og nýggjum løgum spæld inn í kontri høvuðsstaðnum Nashville.


Fløguútgáva
 
Herfyri hoyrdist at tveir kontrisangarar úr Vestmanna Ólavur Højgaard og Magni Christiansen vóru á veg til Nashville at gera hvør sína fløgu. Leygardagin 19. november kemur fløgan hjá Ólavi út.
Hóast aldursmunurin á hesum báðum sangarum er stórur, so eru báðir kendir av tónleikapallinum. Magni Christiansen úr Róin og Magna, sum sangari við Twilight og seinnu árini av kristna tónleikapallinum. Ólavur Højgaard er the grand old man í føroyskum kontri, hann er best kendur sum sangari í Vestmonnum og hevur meira enn nakar annar verið við til at gera Vestmanna til føroyska kontri høvuðsstaðin.
 
Royndir tónleikarar
Fløgan hjá Ólavi er tikin innspældur í Seventeen Grand studio í Nashville av kendum og royndum kontritónleikarum, meðan sangurin er sungin inn í JacZac studio í Tórshavn. Tøkningar eru Jake Niceley, Dave Cline og Jákup Zachariassen. Samskipari er Edgar Struble.
Av teimum 12 løgunum, sum eru á fløguni er helmingurin nýggj løg, meðan nøkur vælkend løg hjá Vestmonnum eisini eru við.
 
Stór uppliving
Ólavur sigur, at hann metir, at upptøkurnar í Seventeen Grand studio har tónleikarar góvu fløguni serstaka Nashville-ljóðið, vóru nakað fyri seg. Hetta serstaka ljóð fæst kanska best haðani henda tónleikasiðvenja er sprottin, sigur Ólavur.
Hann gleðist eisini um tónleikaupplivingarnar í The Music City, sum vitjanin í Grand Ole Opry, í Hall of Fame og í upptøkuhølunum hjá gomlu stjørnunum sum Elvis Presley, Jim Reeves, Hank Snow, Waylon Jennings, The Everly Brothers. Hesar upplivingar góvu mær nógv, tí tær kastaðu ljós á nøkur av teimum fyrstu tónleikaminnunum í 60unum 
 
Um fløguna
 
Lagsmíð, orðasmíð, umsetingar og tillagingar:
Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Lena Anderssen, Bogi Olsen og Hallgrím Miðberg.
Lagt til rættis: Jákup Zachariassen
Tónleikarar eru:
Lonnie Wilson, trummur, Bob Patin, piano, David Hungate, bass, Brent Mason, el-gittar, Kerry Marx, kassagittar, Tommy White, steel-gittar/dobro, Wanda Vick, fiól, dobro, mandolin, Charlie McCoy, munnharpa.
Ljóðblandað og mastrað fløguna hava:
Jákup Zachariassen og Óli Poulsen.
Staðið fyri útgávuni:
Ólavur Højgaard