Raðfestingin

Mikudagin verður á fólkatingi 1. viðgerð av L. 49 : Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-06.
<DPTAB>    Málið snýr seg um staðfesting av avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri um heildarveitingina, so leingi hetta landsstýri í mesta lagi situr.

Málið skal samb. reglunum lógarfestast bæði á fólkatingi og á Føroya løgtingi. Og so eru tjóðveldis- fólkafloks-, sjálvsstýris- og miðflokspolitikarar helst nøgdir, so hava teir tryggjað sær nakað av donskum peningi at føra sín fullveldispolitikk við!
Men áttu tjóðveldispolitikarar ikki at kent seg eitt sindur illa, hóast alt ? Heildarveitingin skuldi jú burtur við størri ferð enn so!
Landsstýrið hevur fingið avtaluna við skerdari heildarveiting eftir sínum vilja, danir eru lagaligir, og so skuldu øll verið glað ! Ella hvussu?

Ágangurin á samgonguna
Eg kann vissa løgtingslimin Kristinu Háfoss, ið ikki skilir ágangin á samgonguna í hesum døgum, eins og Karstin Hansen, landsstýrismaður, at nógvir føroyingar eru alt annað enn glaðir, nú fyrst og fremst føroyskir sjúklingar gjalda prísin.
Vit í Sambandsflokkinum hava onki ímóti, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap, men reseptin skal ikki vera tann, sum nú verður brúkt. Okkara boð er ein tilgongd, sum landið orkar at bera, har aðrir møguleikar fyrst finnast fyri at halda búskapinum uppi fyri ikki at skapa ruðuleika, og har vælferðin ikki verður spæld okkum av hondum.
Tað verður hon nú, tað hava vit sæð seinastu dagarnar, har fylgjurnar av fullveldisraðfestingini av álvara eru farnar at merkjast, og sláast skal fast, at ynskið er komið úr Føroyum, ikki úr Danmark!

Reseptin hjá landsstýrinum
Hjá landsstýrinum er reseptin: Fyrst skal avgerðin takast og setast í verk, so skal kannast, um tað nú ber til.
At úrslitið fór at verða sum seinastu dagarnir hava prógvað, ávaraðu vit um, men vit vóru skírd ábyrgdarleys og svartskygd.
Slíkar ákærur eru vit tó so von við, so tær nerva okkum ikki, tí vit halda fast við okkara høvuðssjónarmið, og teim sleppa vit ikki.
Tað sum er hent er óforsvarligt, tað hava vit fingið prógv fyri seinastu dagarnar. Føroyingar, sum hava hjálp fyri neyðuni og sum hildu seg hava nøkur rættindi, kenna seg nú sum eina fíggjarliga byrðu. Tað er óvirðiligt ! Og her hugsi eg ikki bert um tey dømi, vit hava sæð í fjølmiðlunum, tí tað finnast onnur dømi, sum ikki eru komin fram í fjølmiðlunum, men sum eru minst líka skelkandi.

Vælferðin
Kristina Háfoss skrivar í bløðunum, at samgongan hevur øll árini raðfest vælferð føroyinga hægst og eru øktu útreiðslurnar nýttar til at bøta um vælferðina.
At nakrar ábøtur eru gjørdar, nú so ríkiligt hevur verið til av peningi (við hægsta ríkisstuðuli nakrantíð!) er onki at reypa av, tí tað vildu allir flokkar gjørt fyri at rætta uppaftur tað, sum varð niðurpínt undir kreppuni, og tað hevur ikki skortað við stuðuli frá andstøðuni, tá slík uppskot eru komin frá samgonguni.
Men samstundis hevur samgongan felt andstøðuuppskot, ið bendu á sama bógv!
So kunnu Karsten Hansen og Kristina Háfoss tosa so nógv tey vilja um at vælferðin er raðfest fremst.

Pengar og játtan
Vit hava ikki pengar til at hjálpa teim, sum hava hjálp fyri neyðuni, tí vit hava raðfest fullveldið hægst, og teir pengar, sum Kr. Háfoss skrivar um skuldu tryggja vælferðina, gera ikki munin, tí alt hendir við so lítlari ferð, og har er út- og umbyggingin av landssjúkrahúsinum eitt talandi dømi. Har verður ikki liðugt at byggja út fyrr enn um eini 12 ár. Og so skal ikki gloymast, at avgerðin at byrja varð tikin av eini heilt aðrari samgongu enn hesari og undanfarnu samgongu. Tá var lítið til av peningi at gera gott við, men tað er tað nú samb. landsstýrismanninum við fíggjarmálum, men ferðin er ikki sett upp fyri tað og hon sær heldur ikki til at blíva tað.
Tá bygningurin ætlandi verður liðugur næsta summar, verður hann ikki tikin í nýtslu, tí tá verður ikki peningur tøkur til tól, so tað má bíða til árið eftir.
Neyðugt hevur verið við eykajáttanum til nýggja bygningin (12 mill. kr. fyri fáum døgum síðan) og tað verður tað eisini komandi ár, hava vit fingið at vita. Til raksturin í ár er eykatørvurin einar 20 mill.kr. Tá eru lógarbundnu avgerðirnar til Norðuroyartunnilin og Vág ikki tiknar við, ið eru umleið 40 mill. kr.
Og so tosa samgongulimir samstundis um at finna 200 mill. kr. at spara á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 !
Tá avtalan um heildarveitingina, sum er eftir leisti samgongunnar, skal samtykkjast á Føroya løgtingi um stutta tíð, átti onkur í samgonguni at kent seg illa, tí hetta er ábyrgdarloysi burturav, og tey veikastu gjalda prísin, tað síggja vit nú.
Og tá er vælferðin ikki raðfest hægst, tvørturímóti!