Vinmenn mínir úr Belgia góvu mær eitt ár. Onkur helt fyri, at eg kanska fór at klára heili tvey. Men ikki meir. Teir ynsktu mær góðan túr til Alcatraz (amerikansk fangaoyggj, blðm.) og bóðu meg senda teimum postkort av paradísisku pálmunum og strondlívinum á tropisku oynni, sigur hann flennandi.
44 ára gamli Rabah Benbakoura, sum er úr Algeria, men rýmdi úr heimlandinum til Belgia við familju síni longu sum tvey ára gamal, flutti til Føroya í 1998. Hann hevði ongantíð verið í landinum fyrr og visti heldur einki um Føroyar.
Hann dylur ikki fyri, at hann var óttafullur, tá hann á fyrsta sinni setti sín fót á føroyska jørð, tí alt var honum fremmant. Fara tey at taka ímóti mær? Hvat fara tey at hugsa um mín myrka húðarlit? Um mín samleika sum afrikanari? Spurningarnir vóru nógvir, tá kvinnan í hansara lívi, Ruth Fjallsá úr Tórshavn, hevði yvirtalað hann at geva Føroyum ein møguleika.
Fremmandar Føroyar
Men síðani 1998 hevur hann gjørt vinmenn sínar so dyggiliga til skammar. Nú hevur hann verið í sjey ár í tí landinum, sum hann og vinmenn hansara ikki funnu í atlasinum, tá Rabah skuldi vísa teimum, hvagar leið hansara gekk.
Og við konu og trimum børnum hevur hann í Kovalág í Havn fingið sítt egna heim upp at standa. Fyrstu trý árini var hann á fyritøkuni El-Mek, og síðani 2001 hevur hann arbeitt sum elektrikari hjá SEV.
Og hann er skjótur at fara upp í kórið av teimum útlendingum, sum Sosialurin seinastu seks vikurnar hevur sett stevnu, og slær fast, at hansara skeptisku tankar yvirfyri nýggja og fjarskotna landinum skjótt vórðu punkteraðir.
Eg kom til Føroya við tí lyfti frá Ruth, at vit kundu flyta aftur til Belgia, um eg ella vit ikki trivust í landinum. Alt var fremmant, og eg visti ikki, hvat eg fór í holt við. Eg eri franskttalandi og dugdi illa enskt, og málið var tí eisini ein trupulleiki. Men lyftið frá Ruth havi eg ikki brúk fyri í dag, tí eg trívist í Føroyum. Landið er trygt og gott fyri míni børn at vaksa upp í. Eg havi eitt arbeiði, sum mær dámar sera væl, og sum heild njóti eg lívið í Føroyum, slær 44 ára gamli Rabah fast.
So tá alt kom til alt, var talan als ikki um nakra fangaoyggj.
Borgarakríggj í heimlandinum
Rabah Benbakoura er føddur í 1960, og hetta var sama árið, sum Algeria fekk fullveldi eftir hundrað ár sum franskt hjáland. Eftir hart stríð og nógvar samanbrestir vórðu fraklendingar riknir úr landinum.
Tá fraklendingar vóru horvnir, íkom samstundis eitt stórt tómrúm. Viljin til vald varð so sterkur millum ymsu bólkarnar í Algeria, at borgarakríggj skjótt herjaði. Kommunistarnir, víðgongdu muslimarnir, nationalistarnir, stuðlarnir hjá franskmonnum og demokratarnir royndu allir sítt ítarsta at koma til valdið, og mong fólk lótu lív í samanstoytunum. Millum annað mammubeiggi Rabah, sum varð skotin av víðgongdum muslimum.
Pápi mín hevði eitt inniligt ynski um eitt betri lív, og hann tók avleiðingarnar av ófriðinum og rýmdi úr Algeria. Vit kundu ikki fara til Fraklands, tí eftir drúgva stríðið millum Frakland og Algeria vóru algerskir íbúgvar ikki væl dámdir í Fraklandi. Vit máttu so finna eitt annað franskttalandi land, sum so gjørdist Belgia, greiðir Rabah frá.
Familjan kom til Belgia, og foreldrini komu skjótt á arbeiðsmarknaðin og vóru før fyri at forsyrgja sínum børnum. Eftir loknan fólkaskúla fekk Rabah sær útbúgving sum múrari. Hann arbeiddi sum múrari í nøkur ár, áðrenn hann fór at lesa til arkitekt. Men eftir tvey ára lesnað skifti hann kós og fullførdi í staðin útbúgving sum elektrikari. Og skjótt stovnaði hann egið virki og gjørdist sjálvstøðugt vinnurekandi elektrikari.
Eg megnaði at skapa mær eina góða tilveru í Belgia, men eg arbeiddi sanniliga hart fyri tað. Hesi árini vóru hørð og strævin, minnist Rabah aftur. Spurdur, um tað ávirkaði hansara lív at vera tilflytari úr Afrika, nikkar Rabah samtykkjandi.
Sum tilflytari merkti eg altíð, at eg skuldi avrika nakað eyka og prógva mítt virði. Talan var ikki um nakra ógvusliga rasismu, men kortini eru tilflytarar í eini støðu, sum ger, at teir fyrst mugu bróta niður nakrar fordómar, áðrenn teir kunnu kenna seg væl, sigur Rabah.
Hann sigur, at hetta upplivdi hann øll árini í Belgia, men hann leggur afturat, at partvísi illviljin, sum belgiarar høvdu móti útlendingum, var av teirri einfaldu orsøk, at har vóru alt ov nógvir tilflytarar.
Eg var ein teirra, og eg skilji væl, at fólk á ein ella annan hátt gerast skeptiskt, tá fremmandafólk floyma inn yvir teirra land, sigur Rabah álvarsamur.
Rýmdi við Ruth
Lívið sum sjálvstøðugt vinnurekandi gjørdist skjótt ov strævið fyri Rabah. Hann sigur, at hann hevði heilt einfalt ov nógv at gera, og frítíðin var minimal. Tí fann hann sær nýtt arbeiði á einum hotelli í Bruxelles. Ein tilvildarligan dag í 1996 hitti hann eina føroyska kvinnu við navninum Ruth, sum var og vitjaði systir sína í belgiska høvuðsstaðnum.
Og har var einki at fara skeivur av. Rabah hevði funnið sína kvinnu, og eftir eitt ár saman í Belgia fluttu tey til Føroya og giftust eisini sama árið. Sum áður nevnt var hann skeptiskur um at flyta, men í dag er vent í holuni.
Tað fyrsta, eg varnaðist, vóru mongu litirnir í tykkara landi. Húsini vóru málað í alskyns litum, og hetta var ein sjáldsom sjón hjá einum menniskja, sum bert er vant við gráa stórbýin. Eg minnist, at eg í mínum stilla og heldur óttafulla sinni vónaði, at mongu litirnir reflekteraðu tykkara lyndi, so tað eisini var pláss fyri mær, sigur Rabah Benbakoura.
Skjótt fann hann útav, at tað eisini var pláss fyri honum. Hann greiðir frá, at hann kallaði nýggja land sítt fyri "The Rainbow Country" (Ælabogalandið), og í sama viðfangi insisterar hann uppá at senda eina heilsan til sína verfamilju.
Fyrstu tíðina var eg sjálvandi mest saman við nýggju familju míni, og verfamilja mín var fantastisk. Tey tóku ímóti mær við opnum ørmum, og tey fingu meg at kenna meg væl. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, slær Rabah fast.
Skjótt vórðu børn sett í verðina, og í dag eru tey trý í tali.
Vrakaði Islam
Orsakað av at familjan flutti úr Algeria, longu tá Rabah var tvey ára gamal, hevur hann í dag avmarkað samband við sítt heimland. Hann kennir seg eins nógv sum belgiara, men foreldur hansara syrgdu fyri, at hann fekk algersku mentanina inn við móðurmjólkini. Rabah kemur frá eini muslimskari familju, men hesin parturin av bakgrund hansara hevur hann vent bakið.
Eg vendi Islam bakið á ungum árum. Eg tók ikki undir við teimum mongu reglunum, sum eru í islamsku siðvenjuni. Eg var og eri serliga ímóti, at kvinnan ikki hevur hægri status í islamsku mentanini, sigur Rabah.
Í staðin konverteraði hann sum ungur til protestantiskan kristindóm. Hann greiðir frá, at hann longu sum 12 ára gamal valdi protestantiskan kristindóm sum skúlafak, hóast honum stóð í boði at fáa undirvísing í bæði katolisismu og Islam. Hann var serliga hugtikin av, at trúgvin er alfa og omega í kristnu trúnni. At tað ikki snýr seg um reglar og fleiri reglar, men um eina innaru sannføring.
Tað hevur altíð búð ein lítil uppreistrarmaður í mær, og eg vendi mær tíðliga í mínum lívi ímóti trúnni hjá mínum foreldrum. Men hetta góvu tey mær eisini loyvi til, minnist Rabah aftur.
Afrikanska vónloysið
Gjøgnum sítt lív hevur hann lisið alt tað, hann hevur fingið fatur á um Algeria. Og tað er við sorg, at hann eygleiðir sítt heimland.
Algeria er eins og restin av Afrika. Kriminalitetur, korruptión, ófriður og fátækradømi herjar, og tað er ikki vorðið betri, síðani landið gjørdist sjálvstøðugt í 1960, greiðir Rabah frá.
Sum upprunaligur borgari úr triðja heiminum er Rabah áhugaður í viðurskiftunum í Afrika. Hann fylgir væl við, hvat fer fram í hansara heimlandi og á afrikanska kontinentinum, og hann hevur eisini sínar meiningar um, hvørjir trupulleikarnir eru.
Útbúgving, útbúgving og aftur útbúgving. Hetta er tað, sum triði heimurin skríggjar eftir. Trupulleikarnir verða ikki loystir, so leingi fólkið ikki hevur atgongd til útbúgving, slær Rabah fast.
Men er hetta ikki ein spurningur um pening? Eru manglandi útbúgvingarmøguleikarnir í triðja heiminum ikki orsakað av, at eingin peningur er at fíggja eitt útbúgvingarverk?
Tað er partvís ein myta, at afrikansku londini ikki hava ráð. Algeria situr á einum eldorado av náttúrutilfeingi og útflytir eina rúgvu av olju og gassi, sum er høvuðsídnaðurin í landinum. Hesar milliardirnar kundu saktans verðið nýttar at byggja skúlar kring alt landið, so nýggja ættarliðið fekk eina útbúgving. Trupulleikin er ikki vantandi peningur. Trupulleikin er, hvussu peningurin verður nýttur, sigur Rabah Benbakoura.
Hann metir, at vit skilja ikki trupulleikan, um vit ikki skilja, at fleiri afrikanskar stjórnir als ikki hava áhugan í at menna sítt land og fólk. Tvørturímóti er fólkið teirra fíggindi, tí fólkið er einasta hóttanin móti teirra valdi og ríkidømi. Tí gera valdsharrarnir alt fyri at varðveita sítt vald, og tí endar allur peningurin í lummunum á teimum fáu. Fólkið skal í staðin avvápnast og haldast í leinkjum.
Eg eri dapurskygdur, tá eg skal spáa um framtíðina hjá afrikanska fólkinum. Neyðhjálpin úr vesturheiminum loysir ikki kreppuna, tí at høvuðstrupulleikin er ikki fíggjarligur, sum so mangir vesturevropearar halda. Trupulleikin er býtið av fíggjarliga tilfeinginum, sigur norðurafrikanski maðurin við eini rødd, sum avdúkar, at hetta evnið liggur honum tungt á hjarta.
Seinasta ferðin, at Rabah vitjaði sítt heimland, var í 1985. Á veg út úr landinum var hann steðgaður av nøkrum vaktarmonnum, sum søgdu, at hann manglaði nøkur pappír. Hann var tí noyddur at vera verandi í Algeria næstu tíðina, áðrenn hann gjørdi tað, sum altíð loysir seg: Hann gav røttu persónunum tann peningin, teir vildu hava, og so slapp hann umborð á flogfarið, sum førdi hann heim aftur til Belgia.
Og síðani 1985 hevur hann ikki vitjað sítt heimland.
Vitan er vald
Eftir at hava hugleitt um heimlondini Algeria og Belgia er Rabah Benbakoura ikki í iva um sítt svar, tá hann verður spurdur, hvat hann kundi hugsað sær øðrvísi við føroyska samfelagnum. Hvat hann onkursvegna kann finnast at við sínum "ælaboga-landi".
Tit skulu leggja størri dent á útbúgving. Hóast tit hava eitt útbúgvingarverk, sum fevnir um tey flestu, eiga tit at satsa meiri uppá útbúgving, vitan og gransking. Bíðilistarnir eru ov langir til fleiri útbúgvingar í Føroyum, møguleikarnir at granska eru ov avmarkaðir, og tykkara universitet skuldi verið nógv størri við fleiri tilboðum, slær Rabah fast.
Tað sæst á øllum brøgdum, at Rabah er sera upptikin av útbúgvingarpolitikki. Hann sigur, at eitt av fremstu idealum hansara er, at eitt og hvørt menniskja skal hava rætt til at nema sær kunnleika. At útbúgving - eisini hægri útbúgvingar - er ein mannarættur, sum skal virðast. Tí skuldu møguleikarnir og tilboðini í Føroyum sambært honum verið bæði fleiri og fjølbroyttari.
Og meðan prátið snýr seg um útbúgving, nevnir Rabah eitt eyðkenni við føroyingum, sum ikki hevur verið nógv at hoyrt til fyrr.
Eitt tað fyrsta, eg legði til merkis í Føroyum, var, at føroyingar fylgja ser væl við, hvat fer fram úti í stóru verð. Í Belgia upplivdi eg, at hvør hevði nóg mikið við sínum, men í Føroyum fái eg eyga á ein nógv breiðari og víðari áhuga fyri tí, sum hendir uttan fyri landoddarnar. Eg haldi orsøkina vera, at av tí at tit liva á eini isoleraðari oyggj, verða tit noydd at fylgja við gongdini uttanfyri Føroyar og gerast við hesum meiri global enn borgararnir á evropeiska meginlandinum, sigur Rabah.
Og tí metir hann, at føroysku myndugleikarnir skuldu gagnnýtt globalu tilvitskuna í størri mun. M.a. við at kombinera globalu tilvitskuna við fakliga vitan, so føroyingar kunnu standa seg betri í kappingini við útheimin.
Lívið snýr seg jú í stuttum um at fáa vitan og innlit í ta tilveru, vit eru partur av. Vitan er vegurin fram, bæði persónliga og samfelagsliga, og hetta er fremsta uppgávan hjá eini og hvørjari tjóð at veita sínum borgarum, endar Rabah Benbakoura úr Algeria.