Radarin í Fólkaflokkinum fær ongar fylgjur fyri samgongustevið

– Hvat limirnir í Fólkaflokkinum gera, mugu tey sjálvi taka upp, um tey meta tað vera ein trupulleika, sigur løgmaður.

Løgmaður sær tað ikki sum nakran serligan trupulleika fyri samgongustevið, at umboðini hjá Fólkaflokkinum í Uttanlandsnevndini ikki mæltu til at skriva undir avtaluna við donsku stjórnina um at seta radara upp í Føroyum.

 

– Hvat limirnir í Fólkaflokkinum gera, mugu tey sjálvi taka upp, um tey meta tað vera ein trupulleika, sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen.

 

Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen søgdu seg nevniliga vera fyri radaranum, men bara við nøkrum treytum - tí teir vildu hava, at Føroyar skulu fáa okkurt afturfyri at siga ja. Av tí sama var Fólkaflokkurin ikki við í meiri lutanum (4), sum mæltu til at skriva undir, men hinvegin í minnilutanum (3) saman við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi.

 

Løgmaður sigur, at handfaringin hjá Fólkaflokkinum av radaramálinum ikki fer at fáa nakrar fylgjur fyri Fólkaflokkin og samstarvið í samgonguni.

 

– Nei, tað fær tað ikki. Nú fegnist eg bara um, at avtalan bleiv undirskrivað. Tað var tað einasta rætta, sigur hann.

 

Formaðurin í Fólkaflokkinum ásannar, at flokkurin hevur nakrarinnanhýsis ósemjur um "nuancir" í radaramálinum, men hann sær hetta heldur ikki sum ein stóran trupulleika.

 

– Tað er eingin kreppa í hvørki samgonguni ella Fólkaflokkinum, sigur Christian Andreasen.

 

Javnaðarflokkurin: Politiskt spæl ella bjarging?

 

Men tað var í prinsippinum Javnaðarflokkurin, ið var tungan á vektskálini, sum gjørdi, at meiriluti var í Uttanlandsnevndini fyri at skriva undir. Tí um umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Uttanlandsnevndini hevði gjørt eins og umboðini hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, so hevði tað ikki verið meiriluti fyri fyriliggjandi avtaluni um radaran.

 

Løgmaður fegnast um, at Javnaðarflokkurin tók undir við ætlanunum um at skriva undir avtalu við donsku stjórnina um at seta radara upp á Sornfelli.

 

– Tað er gott, at Javnaðarflokkurin sær so yvirskipað upp á hetta málið, og at tey hava brúkt sunnan fornuft fram um politiskt spæl, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, er hinvegin ikki imponeraður av Javnaðarflokkinum, sjálvt um formaðurin sjálvur hevði mælt til at skriva undir avtaluna, hevði hann sitið í Uttanlandsnevndini í staðin fyri Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen.

 

– Tað virkar sum, at Javnaðarflokkurin var ein bjarging fyri Sambandsflokkin og Miðflokkin, men soleiðis hongur tað ikki saman. Hatta er politiskt spinn. Hatta sigur mær, at nú hevur man roynt at vunnið sær politiskar fyrimunir av hesum málinum, sigur Christian Andreasen.

 

Christian Andreasen er ikki tann einasti løgtingsmaðurin, ið hevur kritiserað Javnaðarflokkin í radaramálinum. Eisini teir báðir Høgni Hoydal (E) og Bjarni Kárason Petersen (F) hava í samrøðu við in.fo áður sagt, at teir skilja ikki, hvussu Javnaðarflokkurin fyrst vildi hava løgtingið at taka avgerð um radraan, men síðani mældi til at skriva beinleiðis undir uttan um løgtingið.

 

Báðir tveir halda, at Javnaðarflokkurin átti at sagt nei í Uttanlandsnevndini - eins og Tjóðveldi og Fólkaflokkurin - og kravt, at avgerðin um radaran fór í løgtingið.

 

– Tað átti Javnaðarflokkurin at gjørt, um hann meinti nakað við tað at vilja fáa avgerðina tikna í løgtinginum, segði Bjarni Kárason Petersen í samrøðu við in.fofyri viku síðani.

 

LES EISINI: Radaramálið: Formaðurin hevði ikki gjørt sum Vestergaard og Mikkelsen

 

LES EISINI: Smalur meiriluti fyri radaranum: Hetta meina limirnir í Uttanlandsnevndini