Sunnukvøldið byrjar ein altjóða ráðstevna um heilsuárin av kyksilvuri í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan heldur fram til mikudagin.
Mánamorgunin kl. 9 byrjar fakligi parturin av ráðstevnuni, og her fer m.a. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í granskingar- og umhvørvismálum, at røða. Seinni á fyrrapartinum fara Pál Weihe, yvirlækni, og Philippe Grandjean, professari, at siga frá úrslitinum av kyksilvurkanningunum í Føroyum.
Føroyska kanningin serliga áhugaverd
Umleið 200 granskarar úr øllumheiminum koma higar at luttaka í hesi ráðstevnu at viðgera spurningi um kyksilvurdálkingina av heimsins høvum og vandan fyri skaðiligum árinum á nervaskipanina.
Fleiri kanningar verða lagdar fram, men mest áhugaverd er kanningin, sum varð gjørd av yvir 1000 føroyskum børnum, fødd í 1986-87. Fleiri av børnunum vóru í vanda fyri at fáa nógv kyksilvur í seg orsakað av kostinum hjá mammuni, meðan hon gekk við barninum. Granskarar hava fylgt børnunum síðan, og tá tey vórðu sjey ára gomul, varð nervaskipan teirra kannað. Kanningin er tann størsta av sínum slag, og úrslitini av kanningin verða fyri fyrstu ferð løgd fram á hesi ráðstevnu.
Aðrir granskarar fara at lýsa umfatandi kyksilvurdálkingina í Amazonlandinum, har ein fjøld er í vanda fyri at fáa heilaskaða. Líknandi kanningar eru gjørdar á Seychellunum, á Medeira, í Tanzania og tí arktiska Kanada.
Seta tiltøk í verk
Nýggju úrslitini fara væntandi at hava við sær, at markvirðini fyri dálking av hesum eitrandi metallinum verða lækkað. Amerikanskir myndugleikar hava longu í hyggju at seta stór tiltøk í verk fyri at forða meira dálking av umhvørvinum.
Kyksilvur er serliga vandamikið fyri fostur og smábørn. Tí hevur kosturin hjá kvinnuni, sum er við barn, nógv at siga fyri, um barnið kann fáa skaða í nervaskipanina. Í Føroyum er grind høvuðsorsøkin til, at fólk fáa kyksilvur í likamið.