Rænda kvinnan gav lívstekin 09:14 síðsta dag í oktober

Seinasta lívsteknið frá Anne-Elisabeth Hagen var ein telefonsamrøða við ein í familjuni 31. oktober.

Seinastu ferð, lívstekin frættist frá rændu norsku kvinnuni Anne-Elisabeth Hagen, var 31. oktober klokkan 09:14.

 

Tað upplýsir norska løgreglan, skrivar tíðindastovan NTB.

 

Sambært fyrilbils upplýsingum hvarv kvinnan millum klkkan 09:15 og 13:30 mikudagin 31. okteber. Tað síðsta teknini um lív var ein telefonsamrøða við ein í familjuni.

 

Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog eystan fyri Oslo.

 

Tey, ið hava rænt kvinnuna, lótu eini skriftlig boð eftir sær í húsinum. Har stóð um eitt krav um loysigjald fyri kvinnuna og hóttanir um at drepa hana, um løgreglan kom upp í málið.

 

Síðani hevur bert verið avmarkað kunning frá gerningsfólkunum.

 

Rænda kvinna er gift við milliardingini Tom Hagen, sum er ein av ríkastu monnum í Noreg.

 

/ritzau/