Rætt at broyta, men hvussu er ivasamt

Tað er semja um, at útbúgvingarstuðulsskipanin skal broytast, men tað er ikki semja um hvussu hetta skal gerast. Hetta kom fram á pallborðsfundinum, sum trý politisk ungmannafeløg skipaðu fyri í Útvarpshøllini hóskvøldið. MFS og LFÚ eru ímóti at stuðulin til tey undir 18 verður strikaður

Føroyska útbúgvingarstuðulsskipanin er 10 ár í ár.

Tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini, hava allar verið tann skeiva vegin fyri tey lesandi.

Upphæddirnar minkaðu bæði í 89/90 og í 90/91, so ístaðin fyri at fáa 29.412 fáa tey nú 26.471. Hetta er ein lækking uppá uml. 10% og verður prístalsbroytingin roknað uppí, so vísir tað seg, at keypiorkan hjá teimum lesandi er lækkað við heili 44,6%. Síðan 1991 eru upphæddirnar ikki broyttar.

Eilif Samuelsen setti ein bólk at arbeiða við uppskotið til dagføring av stuðulslóggávuni, og hósdagin varð uppskotið lagt fyri tingið.

Í hesum sambandi skipaðu Sosialistiskt Ungmannafelag, Unga Sjálvstýrið og Ungmannafelagið Samband fyri pallborðsfundi í útvarpshøllini hóskvøldið.

Í panelinum sótu John Rajani, formaður í arbeiðsbólkinum og leiðari á stuðulsstovninum, Páll Isholm, limur í arbeiðsbólkinum, Rói Jacobsen, formaður í LFÚ og Flovin Eidesgaard, fyrrv. formaður í MFS.


Lesandi eru illa fyri

John Rajani legði fyri og greiddi frá arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum. Hann segði m. a., at arbeiðsbólkurin hevði staðfest, at tey lesandi í Føroyum eru munandi verri fyri enn í grannalondum okkara.

Tey lesandi, í Føroyum, fáa 2.000 krónur um mánaðin og kunnu harafturat lána 1.000 krónur.

Av hesari upphædd skulu tey gjalda húsaleiga, bøkur, mat og klæði. Og tá vit kenna húsaleiguprísirnar í Havn, so er greitt, at har er ikki nógv at liva fyri.

John Rajani staðfesti eisini, at tey lesandi fáa munandi minni útgoldið, enn tey fingu, um tey vóru undir Almannastovuni ella ALS.

Hann greiddi eisini frá teimum broytingum, sum verða gjørdar í skipanini.

Lesandi undir 18 eru undir foreldranna forsyrgjaraskyldu, og tískil eiga foreldrinni at syrgja fyri peningi til teirra livikostnað, segði hann.

Í løtuni fáa lesandi undir 18, 609 kr. um mánaðin, men eftir uppskotinum verður hetta strikað.

Í staðin verður latin ein ískoytisstuðul til undirvísingartilfar, sum svarar til kr. 2.000 um árið. Tey sum verða noydd at flyta til útbúgvingarstaðið, fáa so ein bústaðarstuðul, sum svarar til kostnaðin fyri eitt kamar.

Hinvegin var arbeiðsbólkurin komin til ta niðurstøðu, at stuðulin til lesandi yvir 18 skal hækkast so mikið, at tey kunnu liva av honum.

Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er tí, at stuðulin verður hækkaður til 3.000 um mánaðin og at lestrarlánið verður hækkað til 2.000 krónur um mánaðin.


Lestrarfeløgini ósamd

við arbeiðsbólkin

Umboðini fyri lestrarfeløgini, Flovin Eidesgaard og Rói Jacobsen gjørdu vart við, at teir ikki taka undir við uppskotinum, sum tað sær út nú.

Teir gjørdu vart við, at teirra uppskot var gjørt eftir sama fíggjarkarmi, sum tað hjá arbeiðsbólkinum, og tí heldur ikki er tað, sum teir kundu ynskt, men uppskot teirra er meira solidariskt enn tað hjá stuðulsbólkinum.

Flovin Eidesgaard segði millum annað, at tankin um at foreldrini hava forsyrgjaraskyldu fyri teimum sum ikki eru 18 ár, er idealistiskur og óveruligur.

Eisini segði hann, at lestrarfeløgini í teirra uppskotið høvdu minkað um munin millum lesandi undir 18 og yvir 18, men samstundis gjørt ein nýggjan mun millum miðnámsútbúgvingar og hægri útbúgvingar.

Orsøkina til hetta segði Flovin Eidesgaard verða, at ikki kann roknast við, at Landsstýrið gongur við til, at økja játtanina meir enn tað, sum arbeiðsbólkurin hevur skotið upp.

Bæði lestrarfeløgini og arbeiðsbólkurin vóru samd um, at ein einføld skipan skal varveitast.

Danska skipanin sum vit ofta nýta sum sammetingargrundarlag er nógv torførari at skilja, bæði fyri tey sum umsita hana og fyri tey lesandi, og tí skulu vit sleppa undan.