Rættarmálið móti Sea Shepherd fólkunum væntandi útsett

Ákæruvaldið bíðar eftir løgregluni, ið ikki er liðug við kanningararbeiðið.

Rættarfundurin móti Sea Shepherd limunum, Susan Larsen og Tom Strerath , ið er settur at verða klokkan hálvgum tíggju í morgin, verður nú møguliga útsettur, tí kanningararbeiðið ikki er liðugt.


Fyrr í morgun tosaðu vit við verjan hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen, ið upplýsti, at hann enn ikki hevði fingið nakað ákærurit frá ákæruvaldinum.


Tað váttar Linda Hesselberg, verji, ið samstundis upplýsir, at tað er kanningararbeiðið hjá løgregluni, ið ikki er liðugt enn.


- Kanningararbeiðið hjá løgregluni er ikki liðugt enn, tískil hevur ákæruvaldið ikki reist ákæru enn, og er tað harvið óvist, um rættarfundurin verður í morgin, sigur Linda Hesselberg í stuttari viðmerking við in.fo.


Linda Hesselberg veit heldur ikki at siga, nær rættarfundurin verður, um so er, at hann verður útsettur, men vísir á, at verjin eisini má fáa tíð at fyrireika seg.