Rættarsamfelagið í USA og McCarthyisman

Í roynd at verja grundlógina beint eftir seinna heimsbardaga, breyt amerikanski staturin tey mest grundleggjandi rættindini, tað sum amerikanar helst vilja vørumerkja seg við, nevniliga rættur hins einstaka at virka, at hava politiska áskoðan, at mótmæla, at vera tryggur og vardur av dómstólunum. Síðsti partur er um, hví McCarthyisman hvarv so skjótt, harumframt verður rørslan sett í størri høpi. Er t.d. rørslan enn at hóma í amerikanska samfelagnum...

Sonja Jógvansdóttir


Orsøkir til fall McCarthyismunnar eru fleiri í tali. Ein av høvuðsgrundunum er, at McCarthy sjálvur fall, og í fallinum tók hann nakað av broddinum av McCarthyismuni. McCarthy byrjaði at grava sína egnu grøv, tá hann alment fanst harðliga at republikansku stjórnini í 1953. Áðrenn høvdu nógvir senatorar nytt McCarthy og hansara framferðarhátt, m.a. í valstríði, og at koma fram alment. Nú royndu teir flestu at skapa fjarstøðu, m.a. vildi Nixon onki hava við McCarthy at gera. McCarthy hálaði trygdarnetið undan sær tá hann ákærdi herin verða kommunist vinarligan. Hetta hevði við sær Army-McCarthy hoyringarnar, ið vóru sjónvarpaðar beinleiðis. Nú sóu amerikumenn framferðarhátt McCarthys tá hann avhoyrdi vitni. Hann var sera ófólkaligur, breyt í heilum vitni av og setti spurningar, ið vóru torførir ella nærum ógjørligir at svara. Aftaná avhoyringarnar, sum ikki góvu nakað munagott úrslit um herin, setti senatið eina nevnd sum skuldi meta um framferðarhátt McCarthys. Tað vóru sett 46 punkt upp sum nevndin skuldi døma um. Nevndin var sera varin, og ansaði eftir at ikki fordøma McCarthy fyri leiklutin sum kommunistaútreinsari. Nevndin ynskti ikki at fordøma McCarthy fyri at standa á odda fyri McCarthyismuni. Senatið fordømdi tí McCarthy fyri ikki at hava givið nevndini, ið var sett at kanna hansara leiklut undir valinum í 1952, fundarboð og, at hava tosað aftanfyri ryggin á senatsnevndini, ið skuldi kanna tey 46 punktini um hann. McCarthy doyði 1957 av drykkiskapi. Javnvágin McCarthyisman hevði havt var soleiðis brotin, og aftaná fordømingina lætnaði tað fyri republikansku leiðsluni.

Uttanríkispolitisku viðurskiftini batnaðu í 50?unum. Koreakríggið endaði 1953, Genevráðstevna var um frið í vietnam í ?54 og friðaravtala varð gjørd um Eysturríki 1955, altjóða toppfundir vóru millum heimsleiðararnar. Hesi tingini, vóru við at minka um kommunistaræðsluna, tí teir ?góðu? og teir ?óndu? høvdu sama høvuðsmálsetning, nevniliga at ongin ynskti nyggjan heimsbardaga. (Í øllum førum ikki eftir at Stalin var deyður) Russar vóru í rúmdini í 1957. Henda hending gjørdi eisini at amerikanar mistu bundnu hugsanina um russar. Áðrenn var hildið at kommunisman í Russlandi einans var eitt kúgingarvald, ið gjørdi lívið hjá fólkinum óliviligt. Við Sputnikk sóðu amerikanarir, at russar høvdu annað at gera enn einans at kúga sítt egna fólk.

Amerikanar byrjaðu eisini í tíðini eftir 1954 at geva búskapar -, rasu -, og sosialum spurningum stórri ans.


Leiklutur hægstarættsins

Leiklutur hægstarættsins um rasuspurningin boðar eisini greitt um hetta. Í USA er tað soleiðis, at hægstirættur hevur ein stóran leiklut í politiska spælinum. Dómarar verða valdir av forsetunum. Vanligt er at velja eftir politiskum liti. Tí eydnaðist tað hjá Roosevelt í síni tíð fáa New-deal lógaruppskotini ígjøgnum hægstarætt, tí hann slapp sjálvur at velja dómarnar, og valdi tí eisini liberalar dómara. Summi av uppskotum Roosevelts høvdu annars áðrenn verið dømd í stríði við grundlógini. Nakað av valdinum, ið státirnir áðrenn sjálvir høvdu havt, varð flutt til stjórnina. Somuleiðis kundi og blandaði stjórnin seg nú upp í sosialir og búskaparspurningar. Her vóru so nakrir stórir løgfrøðistrupulleikar avgreiddir.


Warren dómari

Í 1953 setti Eisenhover republikaran Warren sum hægstarættardómara. Hesin var, hóast republikanari, sera liberalur í dømingini. Sakir viðvíkjandi einstaklinginum vóru nú tiknar upp í hægstarætti. T.d. segði Warren teir statir verða í stríði við grundlógina, sum ikki loyvdu littum á skúlarnar. Hetta hevði so við sær, at herdeildir vóru settar inn í Little Rock fyri at tryggja, at litt sluppu á skúlar. Her segði rætturin at seperate but equal ikki kundi nytast, men at øll vóru líka, og skuldu tí viðfarast líka. Nú tók seg upp enn størri umrøða, og tað var eisini í hesari tíðini at M. Luther King trein fram. Frá at verða Kommunistar/liberal mótvegis antikommunistum/konservativum, gjørdist stóra umrøðuevnið nú svørt mótvegis hvítum. Hetta var tó ikki ein gongd, ið hendi frá degi til dags, men vit kunnu ikki hyggja burt frá dóminum í hesum sambandi. Eisini loyvdi hægstirættur undir Warren, nú fólki at verja seg undir grein 5, sum sigur, at tú hevur rætt, ikki at úttala teg. Hægstirættur fekk ringa umtalu ímillum nógv fólk, men kósin var kortini hildin. Nú fór Grundlógin ?aftur? at virka viðvíkjandi frælsi hins einstaka.


»Nyggju« amerikanaranir

Amerikanarar, sum høvdu upplivað kríggið fingu ein nyggjan ?lívsstíl.? Ynskililgt var aftur við ?isolatismuni.? Amerikanarar vildu ikki aftur í kríggj. Nú var vanligt at byggja sethús beint uttanfyri stórbyirnar. Hetta var friðarligt smáborgarligt umhvørvi. Eydnan var ?vovse, villa og volvo.? Hópurin av børnum vóru fødd. Innkeypsmentanin var standardiserað við at allir etniskir bólkar nyttu supermarked. Amerikanarar fluttu eisini sera nógv. Uml. 20% fluttu hvørt ár. Fólk gjørdust, av áðurnevndu orsøkum, tí eisini meir átrúnaðarlig, eisini var hetta eitt mótspæl til Gudleysu kommunismuna. Tað var í hesi tiðini, at talara sum Billy Graham gjørdust kendir. Her ráddi eitt slag av konformismu, sum tey ungu síðst í 50? unum vóru um at kvalast av. Hetta vísti nyggja t.d. tónleikara mentanin. Her komu t.d. Elvis Presley og Little Richard fram. Í films-heiminum var tað James Dean, Marlon Brando. Á bókmentaøkinum gjørdist tú varður við nyggja ættarliðið, sum trein fram. Tað vóru serstakliga ?ráir? ungir dreingir, sum vóru sera innisælir. Sexuella frígeringin byrjaði eisini so smátt í 50?unum. Ein professari skrivaði t.d. bøkur um seksuallívið hjá kvinnuni, henda fekk ikki so góða móttøku millum tey eldru. P-bollin var uppfunnin síðst í 50?unum. Hetta var eisini partur bakgrundini fyri buldrutu 60?ini.

Tað vóru nógvar av áðurnevndu orsøkum til at McCarthyisman gleið í baksýni, men kommunistaræðslan var tó ikki heilt burtur. Filmsídnaðurin var leingi, eftir fall McCarthys, plágaður av kommunistajakstrarum. Fleiri av sjónleikarunum, ið høvdu staðið á svarta lista fingu ikki arbeiði aftur fyrrenn kanska mitt í 60?unum. Vit sóu kommunistahatrið tá amerikanarir sendu eksil- kubanar á Svínavíkina, og seinni við blokaduni av Kuba. Triði heimsbardagi byrjaði nærum í ?62, men samstarvið var vorðið betur, so tosað var til sættis um málini. Hetta sást eisini í Berlin kreppuni.

Seinni í 60?unum við »hippie« ættarliðnum, gjørdist tað ?in? at fara í felagsskapir, sum í ringastu McCarthytíðini vóru á svartalista. Hetta vóru m.a. friðarfelagsskapir. Mótmælt varð eisini sera nógv ímóti Vietnam krígnum. Che Guevara og Castro gjørdust fyrimyndir hjá ungum. Við hesum ættarliði fór McCarthyisman sanniliga í baksýni. Men hon hvarv ikki...


Andsøgnin

Havi við hesum pørtum roynt, fyrst at lysa ymisk brot á rættargangslógina og hvussu frælsið hins einstaka í hesum førum er gliðið aftur við borðinum. Kundi sjálvandi havt valt nyggjari dømi, men helt at áðurnevndu vóru nøktandi. Dømini um italiumennirnar og kommunistaflokkin vísa eisini greitt, hvussu ivasom trygd hins einstaka var tá tú ikki heldur teg innan fyri ynsktu karmarnar hjá leiðandi fólkum. Tað er eisini júst tað grundlógin ikki ásetur. Tað er eisini tann andsøgnin roynt var at lysa í frammanundan pørtunum. Øll tiltøk og allar rættarsakir/avhoyringar, ið kanska ikki fylgdu grundlógini nágreiniliga, var meint sum ein verja hjá henni. Tað var fyri at verja fólkaræðið, amerikonsku prinsippini og grundlógina at farið var so harliga til verka, soleiðis, at tú í grundini breyt høvuðstankarnar í grundlógini. Tað er tann andsøgnin eg havi roynt at lyst. Vit mugu eisini minnast til, at politikararnir nyttu kommunismuna til egnan fyrimun, og at tað í grundini var Truman, ið byrjaði at seta eystur- og vesturheimin so skart upp ímóti hvørjum øðrum. Eisini er lyst, at kommunistaræðslan ikki kom frá degi til dags, men tað hendi yvir eitt langt tíðarskeið. Somuleiðis er tað við svørtu borgararættindarørslunum, ið komu fram serstakliga síðst í 50?unum.


McCarthyisman í dag

Men vit mugu vera varin við at siga at McCarthyisman er heilt horvin úr amerikanska samfelagnum. Eg vísti á nakrar orsøkir, hví McCarthyisman hvarv so skjótt, men horvin heilt er hon ikki. Tað ganga ikki demagogiskir senatorar runt í USA og forfylgja fólki, sum gjørt var síðst í 40?unum og fyrst í 50?unum, men javnan síggja vit uttanríkispolitiskt, at USA førur eina strangan politikk viðvíkjandi sosialistiskum/ kommunistiskum samfeløgum. Vietnamkríggið ber boð um tað. Pinochet fekk í síni tíð hjalp frá CIA, til at fella fólkaræðisliga vinstrasinnaða Allende. Frá eini fólkaræðisligari valdari stjórn var farið yvir til einaræðisharra, ið uppihelt valdinum við herinum. Tá Reagan kom til byrjaði kapdubbingin við Sovjettsamveldið aftur. Sambandið har ímillum gjørdist aftur ísakalt. Ein stórur partur av bruttotjóðarúrtøku USA varð nytt til Reagansa ?stjórnu-kríggj? (star- wars). Meðan Reagan sat, var Ortega koppaður í Nicaragua. Ortega var fólkavaldur, men hevði eyðsyniligt ikki politiska litin USA ynskti. Tessvegna fíggjaði USA, við vápnasølu til Iran, mótstøðumenn Ortega. Kvettið í Nicaragua hevði neyvan hent um USA ikki hevði fíggjað tað. Bjálkin Kuba í eyga USA, er ikki tikin enn, men sanniliga hevur verið roynt. Handilsavbyrging Kuba byrjaði í ?62, og stendur framvegis við. Síðsta roynd USA hevur gjørt, er at smíða Helms-Burton lógina. Hon sigur, at amerikanarir kunnu saksøkja virki, ið gera íløgur í Kuba, og forða hesum at gera handilssáttmálar í USA. Men nógv lond hava fordømt hesa lóg. M.a. øll londini í Suðuramerika, í ES og Kanada. Eisini Nytti Bob Dole í valstríðnum, at hann skuldi støðga einaræðisharranum Castro og innføra ?fólkaræðið? í Kuba.

Tí kunnu vit í grundini ikki siga at kommunistaræðslan er horvin í USA. Men so ógvuslig sum hon var aftaná seinna heimsbardaga hevur hon slettis ikki verið. Tað er einamest frá stjórnini, at vit hoyra um ræðuligu kommunismuna. Tað eru tó aðrir spurningar, ið eru nógv meir átroðkandi í løtuni. Tað er t.d. fólkavøksturin, reint vatn, heimurin er nógvastaðnis svøltandi og umhvørvið. USA, heimsinis ríkasta land, hevur í løtuni nógvar sosialar spurningar at dragast við. T.d. eru tað hópurin av heimleysum í USA, ið liva undir lágmarkinum. Á almanna- heilsu- og skúlaøkinum eru eisini trupulleikar, tí tørvur fólksins er ikki nøktaður + at fólk ikki hava ráð at gjalda fyri eina sømiliga tænastuveiting. Slíkar orsøkir gera eisini at kommunistaspurningurin er tódnaður. Tó vísti Reagan, at tað er gjørligt at skapa nakað av ?hysteriska stemmninginum? aftur, um lagt verður í. Tað er eisini lættari at savna fólk um fyribrigdi uttanfyri teirra landaøki. Kommunisma er eitt av evnunum, ið lætt savnar fólk í USA. Hóast allysingin av henni í mongum førum kann tykjast burtur av leið. Hetta bóru 40?ini og 50?ini boð um. ?ein liberalur, er ein, ið er á gáttini at gerast kommunistur? Hetta var lysingin av liberalum fólki í tí tíðarskeiðnum. Fall Sovjettsamveldsins ger tað tó torførari at venda aftur til veruligu kommunistaræðsluna.