Rættleiðing til oddagrein blaðsins

...

Í oddagrein í Sosialinum tann 7. februar 1998 stendur, at føroyingar eru farnir í holt við at stovnseta oljufeløg á hvørjum tanga.

Nevnt verður, at tær stóru vinnulívsfyritøkurnar í Føroyum hava tikið seg saman um at stovna eitt oljufelag, ið sambært Degi og Viku, hevur í umbúna at gera eksklusivavtalur við eitt ávíst oljufelag. Ein av hesum stóru vinnulívsfyritøkunum er sambært blaðnum fyritøkan hjá løgmanni.

Fyri at rætta hesa stóru misskiljing, eri eg noyddur at koma við hesi rættleiðing.

Sjálvur eigi eg onga fyritøku einsamallur, men eri minnilutpartaeigari í kendari fyritøku her á landi. Eg vendi mær til nevndarformannin, um felagið hevði fingið áheitan um at seta partapening í eitt oljufelag og um støðu felagsins til hendan spurning. Ikki tí, hetta stendur felagnum sum øllum øðrum feløgum í landinum frítt. Til tað segði nevndarformaðurin, at umbøn var komin um at seta partapening í eitt oljufelag, men at nevndin einmælt hevði avgjørt ikki at seta partapening í oljufelagið.

At eitt so stórt blað í eini oddagrein, sum beinleiðis vísir støðu blaðsins, ikki vandar sær betur um upplýsingar, men heldur spinnur ein enda burtur úr nøkrum, sum beinleiðis er misvísandi, er eitt stórt bakkast fyri trúvirði blaðsins. Tað er at harmast um, at lesarin ikki verður virdur meir.

At talan er um eitt persónligt álop á meg kann eg liva við. Tað, ið er verri, er, at blaðið ikki kannar haldbarið í slíkum upplýsingum. At slíkt verður skrivað, er til almiklan skaða fyri føroyskan oljupolitikk.

Eg fari tí at heita á Sosialinum um at rætta hesi tíðindi á týðiligum stað, soleiðis at eingin ivi stendur eftir hjá lesaranum í hesum máli.

Vinarlig heilsan,


   Edmund Joensen,

   løgmaður