Útgáva
Vónirnar kunnu ikki sigast annað enn at vera góðar, tí 4000 eintøk av fløguni, eru prentað í Týsklandi. Herav eru 2000 gjørt til PR. 800 fløgur verða sendar um allan heimin, mest í Evropa, men tó eisini til New Zealand og Avstraliu. Útvarpsstøðir kring allan heim fáa fløguna senda, so møguleiki verður eisini at hoyra Ragnar um tú so er staddur í Ameriku.
Fløgan er innspæld í South Pittsburg, Tennessee, USA í oktober mánaða í fjør. Mike Headrick hevur framleitt fløguna.
Tað, sum Ragnar heldur er mest áhugavert við fløguni er, at tann kendi steelguitaristurin, Don Helms, sum hevur spælt fyri Hank Williams, spælir steelguitar eisini á fløguni hjá sær. Don Helms setur ein serligan dám á fløguna.
Sekstan løg eru á fløguni, og tað eina lagið hevur Ragnar skrivað orðini til, og Jógvan Tróndarson hevur gjørt lagið.
Fløguverkætlanin er gjørd í samstarvi við Kristian Blak (Tutl) og Mike Headrick.
Í dag frá klokkan 14 ? 17 er Ragnar í Vík at hitta við Shellstøðina við Streymin, har hann signerar fløguna til teirra, ið hava hug at ogna sær hana.