Komandi leygardag spælir A-landsliðið við monnum fyrra dystin í Baltic Cup 2024, tá Estland tekur ímóti á Le Coq Arena í Tallinn. Mánadagin í farnu viku varð hópurin kunngjørdar, men síðani hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson fingið trý avboð. Fyrst var tað Brandur Olsen, ið boðaði frá, at hann ikki var tøkur. Í hansara stað kom Aron Jarnskor Ellingsgaard úr Víkingi, skrivar Fótbóltssambandið.
Og nú er greitt, at hvørki Andrias Edmundsson ella Bartal Wardum vera í føroyska ferðalagnum, sum í morginárini setur kós ímóti baltisku londunum. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Ragnari Samuelsen úr B68, og Noah Hans Mneney, sum spælir fyri norska felagið Bryne FK. Seinni dysturin í Baltic Cup verður týsdagin 11. juni, og tá verður tað ímóti annaðhvørt Lettlandi ella Litava.
Hópurin:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Ragnar Samuelsen, B68 Toftir
Noah Hans Mneney, Bryne FK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)