Ragnar úr starvi

Ragnar Magnussen gevst sum stjóri fyri Føroya Handilsskúla

Stutt fyri evstamark kom tíðindaskriv frá Føroya Handilsskúla, har sagt varð frá, at skúlastjórin Ragnar Magnussen av egnum áðum fer frá sum skúlastjóri 1. september 2003.
?Eg haldi, at eg havi verið nóg leingi, sigur Ragnar Magnussen.
Hann hevur verið stjóri síðani 1986. Àðrenn tað var hann inspektørur frá 1983.