Síðan 2014 hevur Ragnar A. Jacobsen gjørt útvarpssendingina RagnarRokk, har hann spælir rocktónleik, og seinastu stívliga tvey árini hevur hann eisini gjørt samrøður við kendar rocktónleikarar – serliga útlendskar.
Higartil hevur Ragnar gjørt væl yvir hundrað samrøður við tónleikarar, og nógvir teirra eru veruligar stjørnur innan altjóða rocktónleik – eitt nú Ian Gillan úr Deep Purple, Geoff Tate úr Queensryche, Michael Schenker úr The Scorpions, Suzi Quatro, Tracii Guns úr LA Guns, Wolfgang van Halen úr Van Halen, Udo Dirkschneider úr Accept, Paul Gilbert úr Mr. Big og Slash úr Guns ‘N’ Roses.
– Framleiðslan av RagnarRokk botnar í áhuga fyri rocktónleiki. Mítt arbeiði er fyrst og fremst í ítróttarsendingini 3-2, so hetta er afturat tí arbeiðnum. Eg geri í grundini sendingina sum freelansari í frítíðini hjá mær, sigur Ragnar A. Jacobsen við Sosialin.
Fyri góðum tveimum árum síðani byrjaði hann at gera samrøður til sendingina.
– Eg helt, at eg kundi gera meira burturúr enn bert at spæla tónleik. Og tá byrjaði eg so uppá samrøðurnar. Nú havi eg uppbygt eitt netverk við fólk í plátufeløgunum, og nú er tað meira skipað, hvussu samrøðurnar koma í lag, sigur hann.
##med2##
Fyrsta stóra samrøðan í RagnarRokk var við veruliga legendu innan rocktónleik.
– Fyrsta samrøðan var Ian Gillan, og tá var eg sera spentur. Tá svav eg ikki so væl náttina frammunandan, men sum fráleið blivu samrøðurnar rutina. Tað lat nógvar hurðar upp, tá ið eg hevði havt Ian Gillan í sendingini.
Koronutíðin hevur eisini skundað undir nógvar samrøður, tí tónleikararnir hava ikki kunnað verið á konsertferð.
– Nógvir tónleikarar hava ivaleyst kett seg heima, og Ian Gillan helt fyri, at tað var gott at koma niður í kjallaran at tosa við onkran annan enn konuna eina løtu, sigur Ragnar.
– Eg havi ongar keðiligar upplivingar havt. Allar samrøðurnar hava riggað væl, og tónleikararnir eru góðir at tosa við. Tað var líka Suzi Quatro, sum var eitt sindur irriterað eina løtu, tí linjan var so ring, og hon hoyrdi so illa. Tað fingu vit orðnað, og so var tað í lagi, sigur Ragnar A. Jacobsen.
RagnarRokk verður send hóskvøld millum klokkan 20 og 22.