Runavíkar kommuna hevur sett hin 36 ára gamla oyndfirðingin Ragnar Nielsen í starv sum rakstrarleiðari á Vegadeildini. Deildin hevur ábyrgdina av flestu verkmálum í gerandisdegnum kring um í kommununi og heldur til á Lambareiði. Deildin er partur av teknisku deild kommununnar.
Ragnar lærdi til maskinsmið hjá FJM í Runavík, og síðani er hann útbúgvin byggifrøðingur og kloakkmeistari. Hann hevur arbeitt hjá Articon og Renovent í Føroyum og uttanlanda hevur hann verið í starvi hjá Per Aarsleff A/S og har verið partur av verkætlanum í Danmørk, Noregi og í Póllandi.
Ragnar Nielsen byrjar á Vegadeildini hin 01. juni 2018.