Ragnvaldur nummar sjey

Tað eydnaðist ikki Ragnvaldi Jensen at svimja seg í finalupláss á Paralympisku leikunum í London. Fyri lítlari løtu sína var hann í hylinum í 100 mettur bringusvimjing, og hann gjørdist nummar sjey.


Ragnvaldur Jensen kom á mál við tíðini 1:13, sum er nøkulunda tann tíðin, sum hann plaar at svimja.


Tað var ein russari sum vann, og hann setti nýtt heimsmet við tíðini 1:08.

 

Ursltiini síggjast á http://paralympic.org/