Reki
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið nøkur fámjinsbørn hósdagin fóru ein túr ígjøgnum mølina við abbanum, vardi tað tey ikki, at hetta skuldi gerast ein dagur av teimum heilt merkiligu.
Tí henda dagin funnu tey eina eskju í mølini, sum skuldi vísa seg at vera løgnasti reki, sum tey nakrantíð hava funnið í Fámjin og helst í øllum Føroyum.
Tað var Jákup Jacobsen sum helt, at hann skuldi fara ein túr í mølini við abbabørnunum.
Tey fóru at hyggja eftir einum deyðum springara, sum varð rikin á land í óveðrinum frammaundan.
Men so funnu tey upp á at fara til húsar aftur eftir myndatólinum at taka myndir av springaranum og tá fór 11 ára gamli Niels Jákup Nielsen við, so at hann kundi koma upp á myndina.
Sum tey gingu ígjøgnum mølina og hugdu, eygleiddu og prátaðu, bað abbin Niels Jákup hyggja nærri at einum kusti, sum varð rikin á land.
Men tá ið hann fór at forvitnast eftir kustinum, duttu eyguni niður á eina lítla, svarta eskju, sum lá í malargrótinum.
Abbin bað hann bara blaka eskjuna frá sær aftur, tí hatta mundi ikki hava nógv upp á seg. Men nú var Niels Jákup blivin forvitin so tað vildi hann heilt avgjørt ikki.
Og tað var heppið....
Komin til hús, læt abbin eskjuna upp. Hann skemtaði við abbabørnini, at kanska var tað ein bumda, so tey ruku undir tak, ímeðan abbin rannsakaði eskjuna fyri at fáa hana upp.
Sjálvur helt hann, at tað mundi vera ein lítil medisinkista av einum báti.
Men tað var tað ikki, og so langt ífrá tí eisini.
Tá ið eskjan var latin upp, vara bara komið hálva leið, tí niðri í lá ein minni eskja. Og í henni lá – eitt ur.....
Tað var nógvur sjógvur í eskjunum, men urið var púra óskalað og gekk, ja, sum klokkan.
Tey trúðu ikki sínum egnu eygum og skiltu púrt onki av hesum.
Men so funnu tey eisini ein hondskrivaðan seðil og hóast hann var illa slitin og torførur at lasa var tað hetta, sum loysti gátuna.
Grivið niður í ísin
Talan er um eitt ur, sum norðmaðurin, Jørgen Amundsen hevur gjørt. Hann er eftirkomari hjá kenda pólfararanum, Roald Amundsen og í 2002 fór hann undir eitt urvirki í Oslo, har hann ger ur, har vørumerki er, at tey skulu tola heilt ekstrem viðurskifti, bæði hita og kulda og onnur viðurskifti, samstundis sum tey skulu ganga snóra beint og annars eru fyrsta floks í allar mátar.
Men so er prísurin eisini hareftir.
Til minnis um kenda forfaðirin, fór Jørgen Amundsen í 2004 á ferð til Norðpólin við 250 urum, sum øll fingu hvør sítt nummar frá nummar 1 til 250.
Urið, sum hevði nummar 1 gróv hann hálvan annan metur niður í ísin á Norðpólinum til minnis um ættfaðirin.
Hini 249 urini tók hann heimaftur og hesi uirin, ið høvdu verið á ferð á Norðpólinum vórðu síðani seld fyri góðar 70.000 krónur hvørt.
Men síðani er ur nummar 1, sum varð grivið á Norðpólinum, farið við ísinum og streyminum til havs og er altso rikið allan hendan langa teinum, framvið Grønlandi og Íslandi, líka til Fámjins, har tað skolaði á land í Fámjin.
Og tað gongur eisini sjón fyri søgn, tí undir urinum, sum Niels Jákup fann, stendur rist, at tað er nummar 1/250.
Sostatt er urið upp á trý ár rikið heilt av Norðpólinum til Fámjins, har tað endaði í malargrótinum
Í Fámjin hava tey ikki endaliga gjørt av, hvat tey skulu gera við urið. Men tað er púra vist, at verður tað selt, er tað vert eina stóra upphædd.