Rak fyri vág og vind

Eina løtu hevði Smyril onga framdrift, tá hann í kvøld var á veg til Suðuroyar. Tað er ennn ikki heilt greitt, hvat tað var, sum gekk galið, tá Smyril í kvøld misti framdriftina.

- Eg havi verið í samband við skiparan, og sum skilst, so fóru skrúvurnar av eini hvørjari orsøk í neutral, soleiðis at skipið misti framdriftina, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Fleiri ferðafólk hildu annars, at talan var um blackout av tí slagnum, sum Smyril fyrr hevur havt, men hetta var tó ikki so.

- Vandi hevur tó ikki verið á ferð, og skipið hevur vunnið framdriftina aftur. Og nú verður so kannað, hvat tað var, sum hendi, sigur Conrad Gaard Joensen.