In.fo hevur tikið upp leistin eftir eitt nú Sky Sports sendingini, Soccer AM, sum á enskum verður rópt; “Crossbar Challenge”. Tað snýr seg um at raka tvørstongina frá ringinum á miðvøllinum.
Til ber at síggja kykmyndirnar við at trýsta á pílin á myndini
Fyrsta liðið, sum er við í føroysku útgávuni á in.fo er KÍ. Vit kunnu longu nú avdúka, at ein spælari hjá KÍ rakar tvørstongina, meðan aðrir hava meir enn torført við at fáa hædd og kós á bóltin.
Væntandi er hetta bara fyrsta innslagið av hesum slagnum.