Miðísrael varð í gjárkvøldið rakt av eini rakett, sum varð skotin úr Jemen.
Tað upplýsir ísraelski herurin, sambært tíðindastovuni AFP.
Hetta hendi eftir at herurin royndi at skjóta rakettina niður, men tað miseydnaðist.
Ísraelska loftverjan brúkar vanliga sonevndu Iron Dome til at verja seg móti rakettum.
Iron Dome er ein framkomin verjuskipan, sum vanliga avlurtar meginpartin av rakettum, sum verða sendar inn í landið.
Men sum eitt sjáldsamt dømi eydnaðist tað ikki.
Hernaðarliga Houthi-rørslan segði tíðliga í morgun okkara tíð, at hon stóð aftanfyri álopið. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
/Ritzau/